Longu nú leygardagin 9. juni verður annað umfar av Grand Prix á breyt. Kappingin byrjar kl. 14.00 og tað verður Hvirlan, sum verður vertur fyri kappingini. Hendan kappingin verður samstundis allar seinasti møguleiki at kvalifisera seg til VU-Spelen 2012. Aftur hesuferð verða nógvar kappingar í ymiskum kappingargreinum. Kappast verður soleiðis:
- børn 5-7 ár: longdarlop
- gentur og dreingir 8-9 ár: 40 m, 400 m, kúlustoyt og longdarlop
- gentur og dreingir 10-11 ár: 80 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
- gentur og dreingir 12-13 ár: 80 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
- gentur og dreingir 14-15 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
- gentur og dreingir 16-17 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
- gentur og dreingir 18-19 ár: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
- kvinnur og menn +20: 200 m, 800 m, spjótkast og hæddarlop
Í skrivandi løtu eru longu umleið 150 startir tilmeldaðir. Seinasta freist at melda til er mikukvøldið á midnátt. Øll kunnu kunnu vera við í Grand Prix, men bert tey, ið umboða okkurt av feløgunum, kunnu vinna sær stig, og soleiðis vera partur av samlaðu kappingini. Tíðarætlan og startlistar verða lagdir út fríggjadagin.
Gevið gætur: Tað verður eingin tilmelding eftir evstu freist!
Eisini til Grand Prix 2 verður hæddarlop á skránni. Hesuferð verða tað tey eldru. Her er tað Marita K. Petersen, sum roynir seg til GP1.
2 comments
Nær verður Grand Prix 3 ?
Hey Sólja.
Tað verður 15. september.
Hygg annars undir skrá – tiltøk 2012.
Comments are closed.