Týsdagin 2. august verður 4. umfar av Grand Prix fyri børn og ung avgreitt á Svangaskarði. Tilmeldingin hevur ligið klár nakrar dagar nú, og seinasta freist at tekna seg er fríggjakvøldið – ólavsøkukvøld – kl. 21.00. Tað verður eingin tilmelding eftir hetta.
Kappast verður í hesum bólkum og greinum:
- Gentur og dreingir 8-9 ár: 60 metrar og kúlustoyt
- Gentur og dreingir 10-11 ár: 200 metrar og kúlustoyt
- Gentur og dreingir 12-13 ár: 200 metrar og kúlustoyt
- Gentur og dreingir 14-15 ár: 800 metrar, og longdarlop
- Gentur og dreingir 16-17 ár: 800 metrar, og longdarop
- Gentur og dreingir 18-19 ár: 800 metrar, og longdarlop
- Kvinnur og menn +20 ár: 800 metrar, og longdarlop
Startnummur verða latin samlað til ábyrgdarpersón í hvørjum felagið sær. Tey, ið ikki eru limir í nøkrum felagi, kunnu avheinta startnummur kl. 17.45.
Tíðarætlan og startlistar verða kunngjørdir her á síðuni antin mána- ella týsdagin.
Nógvir skrappir fýrar vóru á Svangaskari í fjør. Her er tað f.v. Gwenael, Regin, Rúni og Marnar.
Eisini nógvar skrappar damur á Svangaskarði í fjør: F.v. Rebekka, Bjørk, Dagmar, Anita og Elsa.
Longdarlop verður aftur á skránni í ár.
Tað verður eingin fótbóltsdystur í ár, meðan kappingin fer fram 😉