Home FÍF Grand Prix á breyt byrjar leygardagin

Grand Prix á breyt byrjar leygardagin

by Guttorm Sørensen

Longu komandi leygardag byrjar Grand Prix kappingin á breytini, sum FÍF skipar fyri saman við feløgunum. Kappingin verður skipað á sama hátt, sum seinsta ár, tvs. tríggjar kappingar, og verða tær allar hildnar á Tórsbreyt. Eins og seinasta ár, so er tíðarbilið millum umførini 2 vikur, og verða øll trý umførini avgreidd áðrenn summarfrítíðin byrjar. Umførini verða hesi:

1. Leygardagin 24. mai. kl. 12.00 Treysti/Roysnið (tilmelding í seinasta lagi týsdagin 20. mai kl. 24.00)
2. Leygardagin 7. juni kl. 15.00 Hvirlan  (tilmelding í seinasta lagi týsdagin 3. juni kl. 24.00)
3. Leygardagin 21. juni kl. 12.00 Bragdið (tilmelding í seinasta lagi týsdagin 17. juni kl, 24.00)

Aftur í ár verður so at enda við “Afterparty”. Í ár verður tað sama dag sum seinasta Grand Prix, tvs. leygardagin 21. juni kl. 19.00 har øll heiðursmerkini eisini blíva handaði. Afterparty verður í hølunum hjá “Østrøm” á Skálatrøð.

Leygardagin 24. mai kl. 12.00 verða tað so Treysti og Roysnið sum skipa fyri, og kappingarnar verða hesar:

  • Menn/kvinnur: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Dreingir/Gentur 18-19 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Dreingir/Gentur 16-17 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Dreingir/Gentur 14-15 ár: 100 m, 1.000 m, trístøkk og klingrukast
  • Dreingir/Gentur 12-13 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og klingrukast
  • Dreingir/Gentur 10-11 ár: 100 m, 600 m, hæddarlop og bóltkast
  • Dreingir/Gentur 8-9 ár: 60 m, 600 m, longdarlop og bóltkast
  • Børn 5-7 ár: 60 m

Aftur í ár verða tey vaksnu ein partur av Grand Prix’num. Kappingarhátturin er skipaður á sama hátt, soleiðis at hvør aldursbólkur hevur fýra ymiskar kappingar: spurt, miðtein, kast og lop. Stigaskipanin verður óbroytt, og aftur í ár verður tað soleiðis, at nr. 1 í hvørji kapping fær 10 stig, nr. 2 fær 9 stig o.s.fr. Og tað verður tann sum hevur flest stig eftir tey trý umførini, sum gerst samlaður vinnari. Og øll trý umførini telja við. Tey allarminstu – 5-7 ár – sleppa eisini at royna seg í einari kapping hvørja ferð. Hetta er tó uttan fyri Grand Prix’ið.

Tað er klárt at melda til kappingarnar her á síðuni.

Seinasta freist at melda til er týskvøldið 20.mei kl. 24.00. Ongin tilmelding verður eftir hetta. Heldur ikki á staðnum!

Reglurnar fyri Grand Prix á breyt 2014 eru at finna undir “Reglur” ovast á síðuni.

4 comments
0

Related Articles

4 comments

Heri Ziska 17.05.14 - 19:32

Eg haldi at Grand Prix er ein góð kapping, serliga nú hon verður avvikla innanfyri umleið ein mánað. Haldi tó at sera restriktiva tilmeldingarfreistin er drepandi fyri luttakaratalið. Um málið er at menna frælsu ítróttina og skapa góðar kappingar, so vil ein tilmeldingarfreist, sum liggur munandi nærri kappingini hava eina positiva ávirkan.

Sólja Jóanisdóttir 20.05.14 - 07:29

Sera góð átøk við GP, men kunnu tit ikki umhugsa at leggja GP2 eitt annað vikuskifti, og ikki “Hvítusunnuvikuskifti”, tí júst tað vikuskifti er traditión hjá nógvum familjum at ferðast á útoyggj ella uttanlanda, so tað hevði passað betur eitt annað vikuskifti!

Hallur 20.05.14 - 10:58

Hey Sólja!

Takk fyri áhugan. Tað er sjálvandi harmiligt, at tað ikki liggur fyri hjá øllum, at luttaka til GP 2. Kalendarin hjá okkum er rættiliga fullur, og spurningurin er, hvar vit skuldu lagt GP2, um tað ikki var lagt her. Vikuskiftini hinumegin eru norðoyastevna og sundalagsstevan.

Kappingarkalendarin varð kunngjørdur í oktober, og hevur verið til hoyringar hjá feløgunum. Vit hava í tí sambandinum ikki fingið ynski um at hvítusunnuvikuskiftið skal vera uttan kapping.

Vit hava flutt umfarið, sum plagdi at ligga í summarfrítíðini, júst tí at øll skulu hava møguleika at vera við. Síðan hava vit roynt at fáa GP-kappingina meira samanhangandi, so alt kann verða avgreitt innan eitt rímiligt tíðarskeið, og leisturin í fjør við kappingum annaðhvørt vikuskifti fall í góða jørð.

Annars er ikki óvanligt, at hvítusunnuvikuskiftið verður brúkt til ítróttarkappingar eins væl og onnur tiltøk. T.d. er fult umfar í nærum øllum fótbóltsdeildum leygardagin 7. juni.

Vit vóna at síggja teg og tíni børn til so nógvar kappingar sum gjørligt 🙂

Vinarliga
Hallur

Sólja Jóanisdóttir 21.05.14 - 22:00

Hey Hallur
Takk fyri svarið, og eg skilji væl tykkara støðu.
Vit síggjast vónandi til allar kappinganar í summar 🙂

vh
Sólja

Comments are closed.