Home FÍF Grand Prix byrjar við Føroya Bjór Renningini á Norðoyastevnu

Grand Prix byrjar við Føroya Bjór Renningini á Norðoyastevnu

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 4. juni kl. 11 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór Renningini á Norðoyastevnu. Hetta verður samstundis 1. umfar í Grand Prix fyri vaksin. Í ár er tað fyri 15. ferð, at Treysti skipar fyri Føroya Bjór Renning í miðbýnum í Klaksvík.


Startur vaksin seinasta ár

Tað var á Norðoyastevnu í 1997, at runnið bleiv inni í býnum og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum. Øll árini síðani 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vónar Treysti, at hon verður aftur hesaferð.

Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini. Rutan hjá teimum vaksnu verður tann sama sum seinastu árini. Runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Oyravegi, til nýggju Rundkoyringina (Húkin), Bøgøtu og so Biskupstøðgøtu. Teinurin er óbroyttur tvs. 5 km. Rennast skulu knapt trý umfør av hesi rutu. Tey vaksnu byrja við trappuna hjá gamla Tekniska Skúla og koma á mál vi Telebúðina. Rutan hjá børnum verður runt Lítla Eið, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Hjá øllum børnum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina.


Andrias, Sam, Gutti og Borgar á odda í 2009

1.umfar í Grand Prix fyri vaksin
Renningin er samstundis fyrsta av sjey umførum í Grand Prix kappingini fyri vaksin, sum verður í summar. FÍF hevur aftur í ár sett sum treyt, at fyri at kunna telja við í Grand Prix kappingini, so skal ein verða limur í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt. Fyri at telja við í endaligu Grand Prix støðuni, so skulu tey vaksnu hava gjøgnumført minst fimm av teimum sjey kappingum, sum Grand Prix kappingin í summar umfatar.

Skrá og reglur fyri Grand Prix kappingina eru at finna her á heimasíðuni. Tað verða feløgini fyri frælsan ítrótt, sum koma at skipa fyri Grand Prix kappingunum. Kappingin verður umsitin av kappingarnevndini hjá FÍF. 

Aldursbólkar í Grand Prix
• Kvinnur opin bólkur (f. -1995) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1995) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1956-1965) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1956-1965) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1955 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1955 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

 
Renniskráin á Norðoyastevnu
Skráin fyri rennikappingina á Norðoyastevnu sær soleiðis út:

kl. 11.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1995 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.00 Veteranar (f.1956-1965) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1955 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2004 ella seinni) – 665 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2001-2003) – 665 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1998-2000) – 1.330 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1994-1997) – 1.330 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Telebúðina

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum. 

Tilmelding online
Tilmelding fer fram her á síðuni. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 3. juni klokkan 21.00. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Startgjaldið skal gjaldast, tá startnummarið verður avheintað. Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start. Eisini ber til at tilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja; tá verða lagdar kr. 20 omaná vanliga startgjaldið. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll vælkomin at renna við
Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan. 

Grand Prix
Hini umførini í Grand Prix eru:

Týs. 14. juni GP 2 Eystanstevna Runavík 10km / FM
Ley. 18. juni GP 3 Sundalagsstevna Hósvík
Ley. 25. juni GP 4 Jóansøka Tvøroyri
Ley. 0
9. juli  GP 5 Vestanstevna Miðvágur
Ley.
16. juli  GP 6 Fjarðastevna Strendur
Mik. 27. juli  GP 7 Ólavøsøka Tórshavn

Miðað verður eftir at øll umførini byrja kl. 11.00 har tað letur seg gera.

Gevið gætur: Broytingar í dagfestingum og starttíðspunkti kunnu koma fyri! Allar broytingar verða kunngjørdar her á síðuni. 

0 comment
0

Related Articles