Mánadagin 23. mei byrjar vælumtókta Grand Prix-serian, sum FÍF saman við feløgunun skipar fyri. Tað verður Bragdið, sum kemur at standa fyri fyrstu kappingini. Kappingargreinarnar verða hesar:
- gentur 8-9 ár: 600 metrar og bóltkast
- dreingir 8-9 ár: 600 metrar og bóltkast
- gentur 10-11 ár: 600 metrar og bóltkast
- dreingir 10-11 ár: 600 metrar og bóltkast
- gentur 12-13 ár: 600 metrar og spjótkast
- dreingir 12-13 ár. 600 metrar og spjótkast
- gentur 14-15 ár: 100 metrar, hæddarlop og spjótkast
- dreingir 14-15 ár: 100 metrar, hæddarlop og spjótkast
- gentur 16-17 ár: 100 metrar, hæddarlop og spjótkast
- dreingir 16-17 ár: 100 metrar, hæddarlop og spjótkast
- gentur 18-19 ár: 100 metrar, hædddarlop og spjótkast
- dreingir 18-19 ár: 100 metrar, hæddarlop og spjótkast
Kappingin byrjar kl. 18.30 stundisliga á Tórsbreyt.
Sera spennandi var í yngsta bólkinum í fjør. Hendan myndin er frá 1. umfari 27. mei.
Kappingin verður skipað eftir sama leisti sum í fjør, við smávegis broytingum. Tað verða aftur í ár 5 umfør, har hvør bólkur kappast í antin tveimum ella trimum kappingum hvørja ferð, soleiðis at tá alt er liðugt, hava øll kappast í trimum spurtgreinum, trimum miðteinum, trimum lopgreinum og trimum kastigreinum. Samlaður vinnari skal finnast í øllum 12 aldursbólkunum í teimum 4 høvuðsgreinunum.
Hetta er opin kapping, har øll, ið hava hug, kunnu luttaka. Tó er tað soleiðis, at fyri at fáa stig, og verða við í samlaðu kappingini, skal man umboða eitt av feløgunum. Kappingin er ókeypis.
Tilmeldingin fer fram her á síðuni, og skal verða avgreidd í seinasta lagi fríggjakvøldið kl.22. Minnist til at gera eina tilmelding fyri hvørja kappingargrein!
Tað verður IKKI møguligt at melda til aftaná!!
Tíðarætlan og meira kunning kemur her á síðuna áðrenn kappingina.
Meldast kann til undir “tilmelding” á forsíðuni!
1 comment
Andreas vil gerne meldes til gruppen 8-9 år
Han er født i 2002, 30. Januar.
Vi er selvfølgelig tilmeldt i klubben Bragdid.
MVH Søren Antoft
Comments are closed.