Home FÍF Grand Prix-kapping á breyt fyri børn og ung

Grand Prix-kapping á breyt fyri børn og ung

by Hallur Holm

Eins og í fjør fer FÍF saman við feløgunum at skipa fyri Grand Prix á breyt. Kappingarnar verða aftur í ár hildnar mikukvøld á breytini á Svangaskarði. Um breytin í Havn verður liðug innan seinasta umfar, kann hetta verða flutt.

Kappingardagarnir eru ásettir at vera 28. mei, 18. juni og 16. juli, so tey íðkandi mugu longu nú seta X í kalendaran við hesar dagar. Fyri at telja við í samlaðu kappingini, skal man vera við í tveimum kappingum.

Aldursbólkarnir verða 10-11 ár, 12-13 ár 14-15 ár og 16-17 ár fyri bæði gentur og dreingir. Í ár verður umframt sprint, miðalteinar og kúlustoyt eisini longdarlop á skránni. Kappingargreinarnar fyri tey einstøku umførini verða lýstar 1-2 vikur frammanundan.

FÍF vónar, at nógv børn og ung fara at taka av hesum tilboði.

0 comment
0

Related Articles