Kappingarnevndin hjá FÍF hevur nú fastlagt Grand Prix renningina, sum verður fyri vaksin í summar. Talan er um seks rennikappingar í ár, og verður fyrsta umfar á Norðoyastevnu 7. juni.
Skráin sær soleiðis út:
1. Norðoyastevna (Klaksvík) 7. juni – 5 km
2. Sundalagsstevna ( Hósvík) 14. juni – ikki fastlagt enn
3. Jóansøka (Vágur) 21. juni – 6 km
4. Eystanstevna (Runavík) 24. juni – 10 km
5. Vestanstevna (Miðvágur) 12. juli – 7 km
6. Ólavsøka (Tórshavn) 27. juli – 5 km
Stigatalvan er tann sama, sum hevur verið brúkt seinastu árini. Ein skal vera limur í einum av feløgunum undir FÍF fyri at fáa stig, og hava luttikið í minst fýra av teimum seks kappingunum fyri at telja við í samlaðu kappingini. Ein broyting í mun til undanfarin ár er, at ein bólkur er komin afturat. Tað er ein bólkur fyri veteranar, sum eru eldri enn 55 ár. Tvs. at kappast verður í hesum bólkunum:
• Menn opin bólkur (f. -1992) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1962-1953) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1962-1953) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1952 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1952 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Kappingarreglurnar eru at finna á heimasíðuni hjá FÍF.
3 comments
Hey – Hvussu langur verður teinurin á Sundalagsstevna ( Hósvík) 14. juni ?
Orsaka – Sundalagsstevnuni í Hósvík tann 14. juni -:)
Rutan verður fastløgd og uppmátað í kvøld – mánakvøldið 9. juni. Men eg kann fyribils upplýsa, at teinurin verður umleið 6-8 km hjá teimum vaksnu, umleið 500 metrar hjá smærru børnunum, og umleið 1000 m hjá teimum størru børnunum.
Kappingin byrjar leygardagin kl. 11.00, og tey vaksnu fara at renna fyrst. Annars verður innbjóðing og tilmelding klár her á síðuni í kvøld ella í morgin tíðliga.
Hallur
Comments are closed.