Home FÍF Grand Prix støðan fyri vaksin eftir 4 umfør

Grand Prix støðan fyri vaksin eftir 4 umfør

by Guttorm Sørensen

Støðan í Grand Prix fyri vaksin eftir fyrstu fýra kappingarnar, sum hava verið á Norðoyastevnu, Sundalagsstevnu, Eystanstevnu og Jóansøku er tann, at hjá monnunum er Hallur Holm á odda frammanfyri Eirik Hansen og Sam Vang. Her skal tó leggjast afturat at Sam bert hevur luttikið í trimum kappingum. Hjá kvinnunum er Rebekka Fuglø á odda frammanfyri Bjørk Herup Olsen og Ellu Áarstein. Her skal eisini leggjast afturat, at Bjørk hevur luttikið í trimum kappingum.


Hallur og Borgar liggja á odda hjá monnum og veteranum

Hjá veteranunum er Borgar Biskopstø fremstur eftir fýra umfør. Á næstu plássunum koma John Egholm og Herluf Jakobsen. Borgar og John hava báðir luttikið í trimum kappingum. Hjá superveteranunum er Jóannes Ortind fremstur eftir fýra umfør. Á næstu plássunum koma Jens R. Weihe og Gunnar Simonsen, sum báðir hava luttikið í trimum kappingum.

  
Jóannes Ortind, Ella Áarsein og Rebekka Fuglø liggja fremst í hvør sínum bólki

Í bólkinum veterankvinnur er Ella Áarstein á odda. Hon hevur luttikið í trimum kappingum. Susan Jacobsen og Karin K. Petersen, sum hava luttikið í tveimum kappingum, eru nummar tvey og trý.

Samlaða støðan eftir fýra umfør er at finna her:  Grand Prix vaksin eftir 4 umfør

0 comment
0

Related Articles