Gudmundur Joensen og Helga Súsanna Johansen vunnu FM í ½-marathon

Skrivað hevur

Leygardagin kl. 17.00 skipaði Bragdið fyri FM í ½-marathon í Havn. Byrjar og enda bleiv á Bursatanga. Teinurin, sum bleiv runnin leygardagin, er tann sami, sum seinnu árini í smb. við FM í ½-marathon, mestsum á sløttum niðan um Café Nátúr og út til Tyrlupallin at venda. Hesin teinur skal rennast 5 ferðir.

Líkindini at renna vóru sum heild sera góð, tó at tað var eitt lítið heldur kaldligt høgættarlot. Umframt, at renningin leygardagin var ein FM-kapping, so var hetta eisini ein opin kapping, og tað sást aftur í luttakaratalinum. Einir 60 rennarar stóðu klárir á startstrikuni tá Niels Jákup setti renningina í gongd.

Hjá monnunum var tað skjótt at Gudmundur Joensen legði seg á odda við Sam Vang, Borgari Biskopstø, Regin Zachariasen og Eiriki Joensen í hølinum. Gudmundur megnaði at halda fast um sína leiðslu allan vegin. Eina løtu lógu Borgar og Sam á øðrum og triðjaplássi og so Regin og Eirikur. Sam sleit seg seinni leysan av Borgari og royndi at fáa Gudmund aftur. Tá mennirnir vendu seinastu ferð úti við Tyrlupallin lá Gudmund væl fremstur og hevði eina tryggja leiðslu, meðan hinir fýra nú vóru mestsum javnir. Tí varð lagt upp til spennandi uppgerð teirra millum. Eina løtu lá Eirikur á øðrumplássi, men Sam svaraði aftur og bleiv nummar tvey, meðan Eirikur bleiv nummar trý, Regin bleiv nummar fýra og Borgar nummar fimm. Gudmundur vann við 1.17.51 tímar, sum var 40 sekund frammanfyri Sam. Tað vóru bert 30 sekund frá Sam og aftur til Borgar á fimta plássi.

Hjá kvinnunum legði Helga Súsanna Johansen seg á odda frá byrjan, men Linda Skorheim var leingi bert fáar metrar aftanfyri. Sum fráleið so økti Helga Súsanna munin spakuliga og gjørdist føroyameistari við tíðini 1.45.02 tímar, frammanfyri Lindu við 1.46.48 tímar og Kristu Nielsen við 1.49.08 tímar. 

Hjá veteranunum stóð dysturin millum Borgar Biskopstø og Regin Zachariasen, har endin bleiv at Regin bleiv tann fyrri á mál. Nummar trý bleiv Absalon Hansen. Hjá kvinnunum vann Lydia Gardar frammanfyri Susan Joacobsen og Karin K. Petersen.

Hjá superveteranunum stóð dysturin um fyrsta og annaðplássið millum Jens R. Weihe og Óla Olsen. Teir fylgdust út á seinasta umfar, men í endanum var Jens tann stinnari og vann við 1.33.14 tímar bert sjey sekund frammanfyri Óla. Gunnar Simonsen bleiv nummar trý.

Eftir renningina bjóðaði Bragdið luttakarunum til góða suppu og ein góðan drekkkamunn, í hølinum hjá Trygd á Kongabrúnni.

Úrslit FM ½-marathon 2010

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*