Gullið hjá Marnu hvarv beint áðrenn málstrikuna

Skrivað hevur

Í kvøld var ein av teimum kappingunum, har vit væntaðu okkum heiðursmerki, og vit vistu, at tað kundi blíva av tí edlasta metallinum, sum verður latið til ítróttarkappingar.

Marna Egholm og 10 aðrar spentar kvinnur vórðu skotnar í gongd á 10.000 metrateininum í dag kl. 17.00. Fleiri heilt sterkir rennarar vóru við, men undir øllum umstøðum mettu vit, at Marna hevði møguleika at vinna.

Marna 10.000m a mal
Okkara sterkasti rennari í løtuni er Marna Egholm

Tað varð byrjað heldur róliga, men so kom Hannah Howard av Isle of Man og legði seg fremst. Ferðin fór eitt sindur upp, og varð hildin á umleið 3.45 min/km. Hetta svarar til eina endatíð uppá 37.30 men er tó eitt sindur ov spakuligt til at møða argastu mótstøðukvinnurnar hjá Marnu, men gott at byrja við.

So lógu tær har allar líka til 5.000 metrar. Tá tímdi Marna ikki meira. Hon setti ferð á og legði seg á odda. Feltið strektist beinanvegin, og skjótt vóru tær bara tríggjar í oddinum. Sandison úr Hetlandi og Louise Perrio av Guernsey. Skjótt mátti Sandison sleppa, og so byrjaði tvídysturin millum Føroyar og Guernsey, millum Egholm og Perrio.

Vit minnast m.a. Perrio frá oyggjaleikunum á Álandi í 2009, tá hon vann gull beint frammanfyri okkara Súsannu Skylv Sørensen og frá 2011, tá hon á seinasta umfarinum spurtaði frá Bjørk H. Olsen og vann gull. So vit vistu útmerkað væl, at hetta var ein sera kvik madamma, sum Marna hevði tikið uppá sleip.

Ferðin fór nú niður móti 3.30 min/km, og umfar eftir umfar royndi Marna at rista Guernsey-damuna av sær. Hendan seinna gjørdi alt fyri at klistra seg fasta í ryggin á Marnu, sum so aftur royndi seg við onkrum heilt skjótum umførum av og á. Men ikki hjálpti. Og soleiðis var spenningurin í hæddini, tá tær fóru út á seinasta umfarið. Marna økti ferðina meira og meira heilt fram móti málstrikuni, men tá bert 50 metrar vóru eftir kom Perrio upp á síðuna á Marnu, og fór spakuliga fram við. Báðar høvdu givið alt tær áttu, og hóast Marna rann seinasta umfarið uppá 75 sekund, so kundi heldur ikki hon støðga Perrio, sum vann enn eina gull á 10.000 m.

Marna 10.000
Hetta var myndin alla seinnu hálvu av 10.000 m kappingini hjá kvinnunum.

Tíðin hjá Marnu í dag var 36.30, sum er 18 sekund skjótari enn á Jersey fyri tveimum árum síðani, men hálvan minutt frá hennara føroyska meti. Hetta var fimtu ferð, at Føroyar vinna silvur á 10.000 m fyri kvinnur. Sunniva Bjarnastein í 1999, Súsanna Skylv Sørensen í 2009, Bjørk H. Olsen í 2011 og Marna Egholm í 2015 og 2017. Næstu ferð verður tað gull.

Vit ynskja Marnu hjartaliga tillukku við silvurmerkinum og ynskja henni bestu eydnu við kappingunum seinni í vikuni.

Í morgun rann Alda Sigurdsdóttir Lamhauge semifinalu á 100 metrum. Aftur í dag var nógvur mótvindur. Minus 4,6 fekk Alda, sum rann á geil seks í øðrum riðlinum. Og aftur í dag fekk Alda sum best burtur úr og rann upp til sítt allarbesta. Hon var fjórða á málið í riðlinum. Í riðli eitt, sum fekk nógv minni mótvind, vóru allar skjótari. Tað merkir so, at Alda, sum hevði 10. bestu tíð áðrenn finalurnar, varðveitti samlaða plássið nummar 10.

Avgjørt eitt góðkent úrslit, og sera stuttligt hjá okkum langt um leingi at hava kvinnur  so væl við í spurtkappingunum.

alda 100m sem
Alda hevur umboðað Føroyar á besta á sínum fyrstu leikum 

Seinasta kappingin í kvøld, var tá Jan Elmar Sørensen rann finalu í 3.000 m forðarenning. Jan Elmar, sum hevur verið heldur ivasamur vegna ein skaða í tjúkkanum, merkti beinanvegin til skaðan, og rann við pínu allan vegin.

Jan Elmar 3.000-1

Serliga um forðingarnar og ikki minst vatngrøvina var pínan ring. Tað bleiv ikki betri, tá Jan Elmar av óansni smekkaði ein pík í breytina, og fór sendandi barðlangur fram eftir rommum beint framman fyri eina forðing. Hann reistist tó spakuliga aftur, klintraði upp um forðingina og helt fram at kappast. Hetta fallið kostaði honum eini 15-20 sekund.

Úrslitið gjørdist sjálvsagt langt frá tí, sum Jan Elmar hevði ætlað. Við tíðini 10.56,36 endaði Jan Elmar nummar sjey av teimum átta luttakarunum.

Jan Elmar 3.000
Skaðin gjørdi, at Jan Elmar ikki fekk sett av plankanum, og tí endaði í djúpa endanum. Hetta kostaði nógva tíð.

Í morgin hava vit bara tvær kappinngar. Men hetta verður ein sera spennandi dagur kortini, tí vit skulu fyri fyrstu ferð renna boðrenning (4×100) og so skulu vit síggja Rebekku Fuglø renna 1.500 m finalu. Skráin sær soleiðis út:

  • kl. 12.00 – 4×100 m kvinnur (Alda, Elisabet, Margit, Oddvør)
  • kl. 17.40 – 1.500 m kvinnur – Rebekka Fuglø

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>