Home FÍF Gutti og Fríðunn vunnu Grand Prix

Gutti og Fríðunn vunnu Grand Prix

by Hallur Holm

Á Ólavsøku bleiv síðsta umfar í Grand Prix í summar avgreitt. Spenningurin var lítil undan hesum umfarinum, tí fleiri vinnarar vóru longu funnir. Hjá monnunum var bert spenningur um triðja plássi, tí Guttorm Sørensen úr Treysti og Regin Zachariasen úr Bragdinum høvdu longu frammanundan tryggja sær 1. og 2. pláss. Tað vóru Jóan Karl Joensen og Sam Vang úr Bragdinum, sum kappaðust um triðja plássi. Jóan Karl var frammanfyri undan hesum umfarinum, og skuldi helst ikki enda ov langt aftanfyri Sam fyri at varveita triðja plássi. Men so bleiv ikki, tí Sam bleiv nummar fýra og fekk 26 stig, meðan Jóan Karl bleiv nummar tíggju (í Grand Prix) og fekk 12 stig.

Endaliga støðan gjørdist at Guttorm vann við fullum stigatali, tvs. 160 stigum, frammanfyri Regin við 128 stigum og Sam við 116 stigum. Jóan Karl fekk 106 stig.

Hjá kvinnunum lá Fríðunn Steinberg úr Treysti á odda undan Ólavsøkuni, meðan Rannvá Djurholm úr Bragdinum lá á øðrum plássi. Einasti møguleiki hjá Rannvu at vinna í Grand Prix var at vinna kappingina á Ólavsøku og tryggja sær 40 stig, men tað fór at verða trupult, tí Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum luttók eisini í Ólavsøkurenningini. Bjørk vann meðan Rannvá gjørdist nummar tvey og harvið bleiv Fríðunn, sum var burturstødd, vinnari av Grad Prix. Kappingin um triðja pláss var millum Karin K. Petersen og Susan Jacobsen úr Treysti. Karin lá betur fyri undan Ólavsøkuni og skuldi ikki enda ov langt aftanfyri Susan. Tær blivu ávikavist nummar fýra og fimm (í Grand Prix) og harvið tryggjaði Karin sær triðja pláss hjá kvinnunum í Grand Prix 2008.

Endaliga støðan bleiv at Fríðunn vann við 154 stigum, frammanfyri Rannvu við 148 stigum og Karin við 117 stigum. Susan á fjóðra plássi fekk 108 stig.

Hjá veteranunum var alt avgreitt áðrenn Ólavsøkuna. Hjá monnum 45+ vann Regin Zachariasen úr Bragdinum við fullum stigatali, tvs. 160 stigum frammanfyri Absalon Hansen úr Bragdinum við 132 stigum. Hjá monnum 55+ vann Krisjan Christiansen úr Bragdinum við 146 stigum frammanfyri Harry Hansen úr Roysninum við 122 stigum.

Endalig støðan í Grand Prix 2008 er at finna her (pdf).

 

 

 

 

 

 

0 comment
0

Related Articles