Home FÍF Guttorm Sørensen aftur á toppin

Guttorm Sørensen aftur á toppin

by Guttorm Sørensen

(Tekstur: Hallur)
Týskvøldið varð FM í 10 km landavegsrenning hildið á tí vælkendu rutuni inni í Runavíkini. Ein ávís broyting var tó framd, tí til hesa kappingina var teinurin mátaður eftir øllum forskriftum og harvið fingið DAF-góðkenning. Júst hesin teinurin hevur verið sera vældámdur, tí fleiri hava runnið heilt góðar tíðir á honum. Og tað er kanska ikki so løgið. Komið varð eftir, at starturin skuldi flytast einar 100 metrar aftur, samstundis, sum svingini skuldu rennast í nógv størri boga. Leysliga mett kann hetta kosta hvørjum rennara úti við ein heilan minutt, og tíðirnar týskvøldið vóru langt frá so góðar, sum tær onkuntíð hava verið.


Uppmøtingin var á heilt góðari leið

Hjá monnunum sat Marnar Djurhuus aftur uttanfyri, og sum skilst fer hann at gera tað eina tíð afturat. Hetta førdi við sær, at stríðið um heiðursmerkini varð tveitt fyri hund og heyk at klórast og bítast um, tí fleiri vóru boðið at stinga av við gullinum og FM-heitinum, nú ungi Morskranesdrongurin ikki var við. Og flokkurin var stórur, sum nærum samlaður kom framvið fyrsta kilometrinum eftir 3.30 min.


Trongt í oddinum fyrsta kilometurin.

Men skjótt skilti ein bólkur seg frá hinum við Sam, Gutta, Borgari, Eiriki og Henry. Hesir fylgdust eina góða løtu, men eftir umleið 5 km dróg Gutti frá. Sam og Eirikur royndu at halda aftaná, meðan Borgar misti eitt sindur meira og Henry heilt slepti takinum. Teir næstu tveir km økti Gutti heilt fitt, og helt so munin og kom á mál sum tryggur vinnari og føroyameistari ein lítlan hálvan minutt framman fyri Sam, sum hevði ligið og togast við Eirik um  5-7 sekund gjøgnum alla seinnu hálvu av kappingini.


Gutti hevur slitið seg leysan, og er einsamallur á odda

Tað er sjáldan, at tað er spenningur í kvinnukappingini, og tá Bjørk er heima, er so eiðasørt. Hóast Bjørk skuldi renna teinin sum ein rímiligan tempotúr, endaði hon meira enn tveir minuttir undan Rebekku á øðrum plássi. Hóast sín unga aldur, var hetta sætta FM-heitið í 10 km landavegsrenning hjá Bjørk. Duruta á Lofti rann eisini væl, og kom á eitt trygt triðja pláss.

Bert 20 ár – men hevur longu vunnið FM í 10 km landavegsrenning 6 ferðir!


Superveteranarnir hjá okkum eru fyrimyndaliga raskir menn. Jens R. Weihe nr. 1, Óli Olsen nr. 2 og Jóannes Ortind nr. 3


Karin og Susan møta so trúliga upp til kappingarnar og hava eisini fingið mangan heiðurin. 


Veteran-føroyameistarin Borgar Biskopstø og nr. 3, Debes Christiansen. Henry Olsen vantar á myndini.


Fótbóltsklæðir, ja! Men gaggurnar vórðu skiftar um við renniskógvar. Pól Jóhannus Justinussen,fótbóltsprof í AaB, vísti góð rennievni, og bleiv nr. 8 við 38.48 min.


Special agent Kølle in action

Frálíku myndirnar, sum Jóannes Poulsen tók, liggja á picasaweb hjá Treysti, og kunnu síggjast her: https://picasaweb.google.com/117242881555420040312/FM10KmIRunavik12JuniMyndirJoannesNPoulsen#

Øll úrslitini eru at finna her niðanfyri:

Úrslit FM 10 km í Runavík 12. juni 2012 kl. 18.30
           
   Tíð  Menn opin bólkur (-1996)    
1     36,01 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
2     36,28 Sam Vang 1970 Bragdið
3     36,37 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
4     36,58 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
5     37,23 Henry Olsen 1964 Bragdið
6     38,09 Marnar Pattinson 1970 Treysti
7     38,13 Jógvan K. Glerfoss 1967 Bragdið
8     38,46 Pól Jóhannus Justinussen 1989 Glyvrar
9     38,58 Súni Jacobsen 1967 Bragdið
10     39,12 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið
11     39,28 Jóhan M Jacobsen 1966 Treysti
12     39,38 Magni Jacobsen 1976 Treysti
13     39,39 Einar Gregersen 1995 Treysti
14     39,45 Petur Lamhauge 1974 Roysnið
15     40,20 Heini Gregersen 1964 Treysti
16     40,33 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
17     40,44 Henrik Kølleskov 1965 Bragdið
18     40,48 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
19     41,25 Albert Johansen 1966 Frælsi
20     41,29 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
21     41,31 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið
22     42,03 Árni Arge 1964 Bragdið
23     42,15 Bogi Gregersen 1980 Strendur
24     43,32 Óli Olsen 1949 Bragdið
25     43,48 Terje Hansen 1968 Treysti
26     44,09 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
27     44,31 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
28     44,34 Magnus Bjarnason 1978 Bragdið
29     44,49 Finn Johannesen 1978 Hvistan
30     45,54 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
31     46,13 Runi Jacobsen 1965 Treysti
32     47,38 Heðin D Poulsen 1975 Tórshavn
33     48,20 Albin Johannessen 1973 Treysti
34     49,32 Flemming Petersen 1960 Roysnið
35     55,23 Kristian í Lambanum 1954 Treysti
36     62,27 Regin Jóanesarson 1945 Treysti
   dnf Hallur Mikkelsen 1969 Skála
   dnf Regin Thomsen 1976 Bragdið
   dns Tummas Joensen 1956 Treysti
           
   Tíð  Menn veteranar (1957-1966)    
1     36,58 Borgar Biskopstø 1962 Treysti
2     37,23 Henry Olsen 1964 Bragdið
3     39,12 Debes H. Christiansen 1966 Bragdið
4     39,28 Jóhan M Jacobsen 1966 Treysti
5     40,20 Heini Gregersen 1964 Treysti
6     40,33 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
7     40,44 Henrik Kølleskov 1965 Bragdið
8     41,25 Albert Johansen 1966 Frælsi
9     41,31 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið
10     42,03 Árni Arge 1964 Bragdið
11     44,09 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
12     46,13 Runi Jacobsen 1965 Treysti
13     49,32 Flemming Petersen 1960 Roysnið
           
   Tíð  Menn superveteranar (-1956)    
1     40,48 Jens R. Weihe 1947 Frælsi
2     43,32 Óli Olsen 1949 Bragdið
3     45,54 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
4     55,23 Kristian í Lambanum 1954 Treysti
5     62,27 Regin Jóanesarson 1945 Treysti
   dns Tummas Joensen 1956 Treysti
           
   Tíð  Kvinnur opin bólkur (-1996)    
1     39,19 Bjørk Herup Olsen 1991 Bragdið
2     41,29 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
3     42,54 Duruta R. á Lofti 1969 Bragdið
4     48,59 Astrid Joensen 1967 Treysti
5     50,19 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
6     52,04 Susan Jacobsen 1964 Treysti
7     60,35 Rannvá Kjartansdóttir Strøm 1988 Bragdið
           
   Tíð  Kvinnur veteranar (1957-1966)  
1     50,19 Karin Kirke Petersen 1964 Treysti
2     52,04 Susan Jacobsen 1964 Treysti
0 comment
0

Related Articles