Home FÍF Hallur Holm nýggjur formaður

Hallur Holm nýggjur formaður

by Guttorm Sørensen

22. apríl hevði FÍF ársaðalfund í ÍSF-húsinum. Skráin fyri fundin var sambært lógum felagsins. Til fundarstjóra bleiv valdur Niels Jákup Jakobsen.

Formansfrágreiðingin
Í frágreiðingini fegnast Heri um, at ein føroyingur loksins hevur greitt úttøkukravið til eina undankapping til ungdóms –OL. Samstundis fegnast hann um, at aftur í 2009 stóðu fleiri av ungdómsmetunum fyri falli. Eisini fegnast hann um økta aktivitetin, og nevndi her, at heilar 42 kappingar eru komnar á breddan á kalendaranum, sum longu í oktobur varð lagdur fyri eitt heilt ár fram.  Hinvegin harmast hann, at tað hevur gingið striltið at dagføra øll tey mongu nýggju metini, og at trý av teimum seks skrásettu feløgunum nærmast liggja í andaleypi. Viðvíkjandi landsliðsarbeiði varð m.a. nevnt, at talentbólkurin er komin í fasta legu,  og at rættiliga góð úrslit eru rokkin til kappingar uttanlands. Eisini nevndi hann, at krøvini til Elitubókin nú eru kunngjørd, og at krøvini fyri oyggjaleikaluttøku 2011 eru klár at leggja út innan stutta tíð.

Endalig associerings-avtala við Dansk Atletikforbund er nú fingin til sættis, soleiðis at føroyingar nú uttan trupulleikar kunnu kappast uttanlands. Við hesari avtalu kunnu eisini úrslit frá kappingum her heima blíva viðurkend hjá DAF. Hetta krevur góðkendan dómara, og tí er eisini dómaraskeið sett á skrá nú komandi mánaðin.

Eisini hevur verið arbeitt við at fáa altjóða viðurkenning. Enn liggur óavgreidd  umsókn um atgongd til norðurlendskar kappingar, men nógv positiv afurljóð hava verið. Arbeitt verður eisini við at vinna okkum fullan limarætt hjá IAAF. Útilitini fyri hesum eru minni góð, men allir møguleikar eiga at verða troyttir.

At enda takkaði Heri fyri síni fýra ár sum formaður. Eittt spennandi fýra-áraskeið, har nógv er hent og nógvar broytingar eru gjørdar.

Roknskapur
Nógvar stórar útreiðslur vóru í 2009. Bæði oyggjaleikir og tíðtøkutólið kostaðu væl omanfyri kr. 100.000 kr í part. Av tí at tíðtøkutólið verður niðurskrivað yvir áramál, gjørdist úrslitið eitt lítið yvirskot. Ein postur, sum fekk onkrar viðmerkingar, var leigan av bingju í Runavík. Loysn má finnast á tí. Kassameistarin skal eisini útvega FÍF eitt V-tal, soleiðis at rætt kann farast fram, tá samsýningar verða útgoldnar.

Val av nevnd og eykalimum
Fyri vali stóðu formaðurin Heri Ziska og nevndarlimurin Guttorm Sørensen. Guttorm valdi at stilla upp aftur, meðan formaðurin ikki stillaði upp aftur. Eittans uppskot er til nýtt formansevni: Hallur Holm, sum bleiv valdur uttan atkvøðugreiðslu. Heldur einki mótvalevni er til nevndarsessin hjá Guttormi, sum tí eisini bleiv afturvaldur uttan atkvøðugreiðslu. Eftir at Hallur nú er vorðin formaður, stendur nevndarsessur hansara tómur. Í uppskoti til hansara sess verður Heini Hátún skotin upp. Einki mótvalevni er, og verður hann tí valdur uttan atkvøðugreiðslu.

Síðani blivu valdir tveir eykalimir. Fyrri og annar. Til 1. eykalim varð valdur Josvein Herup Olsen og til 2. eykalim varð Ási Mikkelsen.  Nýggja nevndin sær tí soleiðis út:

Hallur Holm, formaður
Niels Jákup Jakobsen, varaformaður
Guttorm Sørensen, nevndarlimur – kassameistari
Jonhard Larsen, nevndarlimur
Heini Hátún, nevndarlimur


Nýggi formaðurin Hallur Holm og fráfarandi formaðurin Heri Ziska

Hóast kostnaðurin fyri grannskoðan er farin upp, bleiv grannskoðarin afturvaldur.

Innkomin uppskot
Eingin innkomin uppskot.

Ymiskt
Tosað varð leingi um komandi Grand Prix kappingina fyri ung á breyt. Bæði um kappingargreinar, men serliga um hvørjar vikudagar kappingin skuldi leggjast. Eingin endalig niðurstøða varð gjørd, og avgjørt varð, at tosa meira við feløgini um hetta, áðrenn kappingarnar byrja.

Síðani varð tosað um dómaraskeiðið, sum verður í mei. Her er tað umráðandi, at feløgini longu nú kunna sínar limir, og byrja at “reka fólk til”. Tí tað er sera umráðandi at vit eru so nógv sum gjørligt, sum kunnu taka ábyrgd, tá kappingarnar eru. Eisini havandi í huga, at úrslitini skulu kunna góðkennast hjá DAF.

Eisini bleiv prátað um, hvussu vit frægast fáa hjálpt teimum trimum smærru feløgunum í gongd. Ilt var at fáa eyga á góðar loysnir, tí tær eldsálir, ið einaferð vóru í hesum feløgum, ikki eru har longur. Við til hetta prátið hoyrir eisini, at FÍF aftur skal hava yvirskipað venjaraskeið, og at mann tá skal royna at fáa fólk frá smærru feløgunum við. Eisini var Skúla-FM nevnt, sum eitt tiltak, sum kann økja um áhugan fyri frælsum ítrótti úti um landið alt.

FÍF hevur í løtuni ongan stuðul. Tað er ein uppgáva hjá nevndini antin at finna ein høvuðsstuðul, ella at selja tær ymisku kappingarnar hvør sær. Í hesum tíðum eingin løtt uppgáva, men her mugu allir møguleikar troytast.

Eisini var tosað um at FÍF eigur at gera meira vart við seg hjá fjølmiðlunum eins og størri aktivitetur átti at verðið á heimasíðuni.

FM fyri vaksin á breyt er (ella átti at verið) størsti sýnisgluggin hjá FÍF. Hvussu peppa vit FM upp til nakað stórt?

Beint fyri fundarlok gav orðstýrarin nýggja formanninum orðið. Hallur takkaði so miriliga fyri stóra álitið, og sleit fundin við áminningini um at tað eru ikki feløgini, sum eru til fyri FÍF, men FÍF, sum er til fyri feløgini!


Niels Jákup handaði Hera gávukort frá FÍF,
og takkaði honum fyri tíðina sum formaður

0 comment
0

Related Articles