Home FÍF Hallur og Bjørk vunnu Ólavsøkurenningina

Hallur og Bjørk vunnu Ólavsøkurenningina

by Guttorm Sørensen

Veðrið var at tí allarfagrasta, tá Bragdið skipaði fyri árligu Ólavsøkurenningini á Skálatrøð. Umleið 300 rennarar, yngri sum eldri, høvdu melda seg til, so tað var lagt upp til nógvar spennandi uppgerðir. Ólavsøkurenningin er samstundis seinasta umfar í Grand Prix fyri vaksin. Sum altíð so vóru eisini nógvir áskoðarar til renningina. Tey vaksnu skuldu renna fimm umfør.

Hjá monnunum vóru nógvir fyrrverandi vinnarar av Ólavsøkurenningini til start. Nevnast kunnu Bent Povlsen úr DK, sum framvegis eigur skjótastu vinnaratíðini uppá 15,12 min. seinast í 80’unum í Ólavsøkurenningini, men rutan er broytt oftani síðani tá.  Harumframt kunnu nevnast Absalon Hansen, Guttorm Sørensen, Hallur Holm, Albert Marni Joensen og Sam Vang.  Av hesum, sum allir eru yvir 40 ára gamlir og onkur nærri 50, eru Hallur og Sam best fyri í løtuni. Tí var eisini væntað at kappingin fór at verða millum Sam, Hallur, Bent tann unga Rúna Seloy og kanska Signar Røsvig.

Men í byrjanini sá alt øðrvísi út, tí Evald við Garð legði fyri sum eitt ódnarveður og rann seg langt framum allar, men tað vardi bara heilt stutt og longu eftir umleið ein kilometur var Evald áskoðari til restina av renningini. So nú lá Borgar Biskopstø knappliga fremstur eina løtu, men tað var framvegis sera tætt millum teir fremstu. Tá teir komu framvið málinum triðju ferð og fóru út á fjórða umfar hevði Hallur lagt seg á odda, meðan Bent lá eitt petti aftari. Tá teir fremstu fóru út á seinasta umfar var Hallur framvegis fremstur og Bent nummar tvey, men onki tyktist avgjørt um triðjapláss.

Endin bleiv av Hallur vann við 17,14 min. frammanfyri Bent við 17,17 min. Kappingin um triðjapláss bleiv ein spennandi spurtuppgerð millum Sam og Signar, har báðir komu á mál við somu tíð 17,28 min. men Sam varð tann fremmri um málstrikuna. Á fimta plássi kom ungi Rúni við 17,35 min. Vert er at nevna, at 11 teir fremstu vóru undir 18 minuttir og at heili 32 menn komu á mál áðrenn klokkan vísti 20 minuttir.

Bent gjørdist vinnari hjá veteranum frammanfyri Borgar við 17,43 min. og Hjalta Gunnarstein við 18,18 min. Hjá superveteranum var tað Óli Olsen íð vann við 19,53 min. frammanfyri Jens R. Weihe við 20,29 min. og Gunnar Simonsen við 21,50 min.

Hjá kvinnunum var ikki eins spennandi, tí har gjørdist, sum so ofta í summar, Bjørk Herup Olsen gjørdist tryggur vinnari við 18,12 min. frammanfyri Rebekku Fuglø við 21,00 min. og Karinu Petersen við 22,08 min.

Hjá kvinnuveteranunum gjørdist enn einaferð Ella Áarstein vinnari. Tíðin hjá henni bleiv 22,16 min. Á næstu plássunum komu Susan Jacobsen við 23,40 min. og Karin K. Petersen við 25,02 min. Tveir kvinnuligir superveteranar vóru við, og av teimum gjørdist Jóngerð Herup Høgnesen vinnari við 25,19 min. frammanfyri Karin Vad Brændgaard við 26,43 min.

Her eru dagførd úrslit frá Ólavsøkurenningini. Hesin listin inniheldur árgang og stig í Grand Prix:

Úrslit av Ólavsøkurenning 2010 

Myndir, sum Jóannes N. Poulsen hevur tikið, eru at finna í myndasavninum hjá Treysti: http://picasaweb.google.com/treysti

 

 

 

0 comment
0

Related Articles