Home FÍF Hallur og Guttorm til Århus á venjaraskeið

Hallur og Guttorm til Århus á venjaraskeið

by Sølvi Reinert Hansen

FÍF roynir alsamt at betra sín venjaraførleika, og í hesum sambandi fara Hallur Holm og Guttorm Sørensen, sum taka sær av Talentbólkinum undir FÍF, til Århus um vikuskifti á venjaraskeið í mið- og langteinarenning. Skeiðið umfatar bæði úrvals- og ungar íðkarar. Skeiðshaldari verður danin Thomas Nolan Hansen.

 


Thomas Nolan Hansen

Thomas Nolan Hansen (føddur 1971) er ein fyrrverandi danskur sub-eliturennari og landsliðsvenjari í mið- og langteinarenning, og hevur vant bæði OL-, HM- og EM-luttakarar. Hann umboðaði Sparta Atletik, tá hann var aktivur. Hann er nú persónligur venjari hjá nøkrum av fremstu rennarunum í Danmark.

– Danskur landsliðvenjari 2003-2006
– Elituvenjari í AGF Atletik 2007 – .
– Útbúgvin Cand. Scient innan ítrótt.
– Hevur áður verið venjari hjá m.a. Robert K. Andersen, Dennis Jensen og Annemette Jensen
– Er nú venjari hjá m.a. Jesper Faurschou, Maria Sig Møller og Ida Fallesen.

Persónlig met:
– 1.500 m: 3.57,21 min
– 5.000 m: 14.56,45 min
– 10 km: 31.51 min

Venjaraskeiðið verður í Århus leygardagin 11.30 – 22.00 og sunnudagin 8.00-16.00. Eftir skeiðið fara Hallur og Guttorm at vitja Peder Troldborg, sum seinasta ár vitjaði Treysti, og sum í september vann sín aldursbólk í Berlin Marathon. 

 

Teir báðir koma aftur til Føroya við Atlantic Airways seinnapartin mánadagin.

 

0 comment
0

Related Articles