Hallur settur sum samskipari hjá FÍF

Skrivað hevur


Starvsnevndin hjá FÍF hevur seinasta árið umrøtt møguleikan at seta ein samskipara hjá FÍF at taka sær av útvaldum uppgávum fyri sersambandið. Avgjørt er at gera eina roynd við einum samskipara eina tíð.

Hallur Holm er settur at røkja hetta starvið. Hann hevur drúgvar royndir í FÍF og røkti starvið sum formaður í sersambondinum í nógv ár.

Tvær av teimum uppgávunum, sum liggja fyrst fyri, er at samskipa landsliðini hjá FÍF, og at økja kunningina á heimasíðuni hjá FÍF.

Vit ynskja Halli bestu eydnu við uppgávuni. Hann er at hitta á teldupostinum hallur@athletics.fo.

Comments are closed.