Hálvt marathon í Eysturoy

Skrivað hevur

Nýggjarshálvmarathon, sum gongur fyri seg millum Fjarða og úteftir Skálafjørðinum, hevur í áratíggjir veri fyrsta skotið til motiónsárið hjá føroyskum rennarum.

So verður eisini anno 2019, tí Roysnið skipar nú leygardagin 5. januar, í samstarvi við FÍF og Skósøluna við Gøtugjógv, aftur fyri ‘Skechers Performance’ Nýggjárshálvmarthon. Øll yvir 16 ár eru vælkomin at luttaka.

 

 

Starturin verður sama stað sum í fjør, tað er uttanfyri skúlan í Funningsfirði. Tað riggaði nemliga heilt væl at flyta oman í bygdina, tí fasilitetir og parkeringsviðurskiftir eru betur har. Ein lítil broyting verður tó gjørd í hinum endanum, tí hóast málið framvegis verður í Runavík, og ikki á Toftum sum í gomlum døgum, so verður tað nú flutt oman til Skúlan við Løkin. Seinasta ár endaði renningin uttanfyri Bylgjuna. Teinurin sum rennast skal verður tó undir øllum umstøðum framvegis teir 21.097,5 metrarnar sum reglurnar fyriskriva, og tað hava fyriskiparir ornað við einari lítlari krúllu í Funningsfirði.

 

 

Tilmelding gongur fyri seg á heimasíðuni hjá FÍF (http://www.atgongumerki.fo/fif/). Tað er eisini møguligt at melda til á staðnum 45-15 min áðrenn startin sum er kl. 11.00. Kostnaðurin er kr. 100,-. Startnummur verða útflýggjaðið í skúlanum í Funningsfirði frá kl. 10.15. Veskudepotir verða á umleið 5, 10 og 15 kilemeturmerkjunum.

 

 

Komin til Runavíkar verður atgongd til skiftirúm og brúsir í Bylgjuni. Roysnið kann flyta taskur við skiftiklæðum vm. í vørubili úr Funningsfirði til Runavíkar um neyðugt. Suppa, kaffi og køkur verður at fáa í kantinuni í Skúlanum við Løkin, hetta áðrenn og í samband við medaljuhandanina, sum gongur fyri seg kl. 13.45.

Til tey sum ikki hava fart eftir bilinum í Funningsfirði, koyrir ókeypis bussur úr Runavík umleið kl. 14.15.

 

 

Fyri fyrstu ferð í Nýggjárshálvmarathonhøpi verður ‘finisher’ medalja handað til øll sum koma á mál, tað er P/F Varðin sum sponsorerar hesar. Umframt tað, er møguligt hjá teimum sum koma á mál, at vera við í lutakasti um rennijakkar og Skechersskógvar frá Skósøluni við Gøtugjógv, við at skráseta seg til facebook eventið ‘Skechers Nýggjárshálvmarathon 2019

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*