Hanus og Marita vunnu Nýggjárshálvmaraton

Skrivað hevur

Leygarmorgunin 4. januar var av fagrasta renniveðri, men tíverri var var frostur og ísur á vegnum ein forðan fyri at ársins fyrsta rennikapping kundi avgreiðast tá. So tað mátti útsetast eina viku. Men í gjár bar betur til, og hóast nógvan vind av vestri við onkrum hvítum uppi í viðhvørt, møttu 57 meira og minni vælbjálvaðir rennarar upp til startin í Funningsfirði.


Skotið er júst brostið, og Arnfinn heldur neyvt eyga við, at alt er rætt við tíðini, meðan Hanus í Horni Nielsen leggur seg fram um frá fyrsta feti.

Tað gjørdist skjótt greitt, at eingin kundi standa unga sandavágsinginum Hanusi í Horni Nielsen kurl. Rennarin úr Frælsi legði seg beinanvegin á odda. Stútt og støðugt økti hann um munin og var skjótt farin heilt úr eygsjón. Á málinum var hann meira enn fimm minuttir framman fyri næsta rennaran, sum var Hallur Holm. Hann hevði annars fylgst við Magna Hansen, sum tó slepti eftir umleið 10 km. Magni bleiv móti endanum nakað pressaður av Lau Jensen, men helt tó fast um sítt bronsupláss.


Hanus í Horni Nielsen setti stórt persónligt met, og nærkast nú oyggjaleikastøði.

Topp 10 menn:
1. Hanus í Horni Nielsen, Frælsi 1.18.33
2. Hallur Holm, Bragdið 1.24.15
3. Magni Hansen, Roysnið 1.26.59
4. Lau Jensen, Roysnið 1.27.32
5. Uni S. Joensen, Frælsi 1.29.30
6. Heri Christophersen, Frælsi 1.29.31
7. Per Martin Gregersen 1.30.52
8. Bjarki Johannesen, 1.31.20
9. Pauli Poulsen, Roysnið 1.31.27
10. Hildibjartur Joensen, 1.31.59

Marita Andrasardóttir úr Hvirluni og Sarah Vallin úr Bragdinum fylgdust til umleið fimm kilometrar, men brádliga setti Marita veruliga ferð á. Hon fór langt undan Sarah og yvirhálaði fleiri av monnunum. Tá hon kom á málið vísti klokkan 1.28.29, sum er fitt petti undir hennara persónliga meti, og eisini ein tíð, sum byrjar at líkjast oyggjaleikakravtíðini. Lydia Jacobsen úr Roysninum rann eisini sína bestu tíð og vann eitt trygt bronsumerki.


Marita Andrassardóttir úr Hvirluni stórfegnast um sigurin og frálíku tíðina.

Topp 10 kvinnur:
1. Marita Andrassardóttir, Hvirlan 1.28.28
2. Sarah Vallin, Bragdið 1.32.20
3. Lydia Jacobsen, Roysnið 1.37.08
4. Hergerð Heldarskarð, Bragdið 1.40.27
5. Ann-Mari av Skarði, Bragdið 1.40.49
6. Eyð Mikkelsen 1.42.02
7. Hallbjørg Danielsen, Roysnið 1.42.04
8. Aud í Soylu, Frælsi 1.54.39
9. Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið 1.57.42
10. Anja Nielsen, Treysti 1.58.27


Bestu kvinnurnar hjá superveteranum: 
1. Aud í Soylu, Frælsi 1.54.39
2. Karin Maria Isaksen, Bragdið 2.03.11
3. Jóhanna Vang, Bragdið 2.03.57


Bestu menninir hjá superveteranum:
1. Egil Olsen, Roysnið 1.40.21
2. Kári Simonsen, Bragdið 1.41.59
3. Herluf Jacobsen, Bragdið 1.43.35


Bestu veterankvinnurnar:
1. Hergerð Heldarskarð, Bragdið 1.40.27
2. Ann-Mari av Skarði, Bragdið 1.40.49
3. Hallbjørg Danielsen, Roysnið 1.42.04


Bestu veteranmenninir:
1. Hallur Holm, Bragdið 1.24.15
2. Lau Jensen, Roysnið 1.27.32
3. Uni Svabo Joensen, Frælsi 1.29.30


Bestu Kvinnurnar:
1. Marita Andrassardóttir, Hvirlan 1.28.28
2. Sarah Vallin, Bragdið 1.32.20
3. Lydia Jacobsen, Roysnið 1.37.08


Bestu menninir:
1. Hanus í Horni Nielsen, Frælsi 1.18.33
2. Hallur Holm, Bragdið 1.24.15
3. Magni Hansen, Roysnið 1.26.59

Skechers stuðlaði tiltakinum bæði við lutakast vinningum og við heiðurmerki til øll, sum gjøgnumførdu teinin. Roysnið eigur eisini tøkk uppiborna fyri væl avgreidda kapping og hugnaløtuna aftaná.

Øll úrslitini eru her:

Myndasavn frá kappingini er her: 

(Jóannes Poulsen tók myndirnar)

Innslag frá 3-2 um kappingina

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*