Home FÍF Hanus, Tórur og Valborg stuðul frá Úrval

Hanus, Tórur og Valborg stuðul frá Úrval

by Hallur Holm

Í dag hevur FÍF fingið svar uppá umsóknirnar um stuðul frá Úrval. Úrval er undirnevnd hjá ÍSF, sum býtir út stuðulskrónurnar til úrvalsarbeiði hjá okkara allarbestu ítróttarfólkum.

Av átta ítróttarfólkum, sum fáa stuðul, umboða trý teirra frælsan ítrótt. Hanus Bergsson er okkara besti spjótkastari nakrantíð. Hóast hann bert er 19 ára gamal, tók hann í 2014 metið í spjótkastið og betraði tað tvær ferðir. Hann er nú bert ein lítlan metur frá 60-metra markinum, men við tí menning, sum Hanus í løtuni fer í gjøgnum, kann væntast at hann fer nógv longur komandi árið.


Hanus Bergsson, 19 ár, veit at tað ikki bara er styrki, men eisini smidleiki, sum skal til. Hann er  á veg móti onkrum heilt stórum í spjótkasti.

Longdarleyparin og trístøkkarin, Tórur Mortensen, er eisini í einari ógvusligari menning. Á sumri 2013 stóð hann seg væl á VU-Spelen og leyp beint yvir 5 metrar í longdarlopi. Seinasta summar, eitt ár eldri, leyp Tórur 6,18 metrar – altso meira enn ein metur betring uppá eitt ár. Tað er lítið at ivast í, at komandi kappingarár fara nógvir sentimetrar at leggjast afturat, og um alt bara gongur nøkulunda sum tað skal, fer Tórur at debutera á oyggjaleikunum komandi.


Tórur Mortensen kappast til DM – ein fantastiskur venjingarhugburður frá fyrsta degi

 

Eftri at Valborg Heinesen buldraði ígjøgnum við tveimum gullheiðursmerkjum á Bermuda, hevur hon ment seg enn meira. Í 2014 vann hon DM silvur á 5.000 metrum við føroyskum meti, hon vann DM bronsu í maraton við føroyskum meti og hon setti føroyskt met í hálvum maraton til HM kappingina í Keypmannahavn. Nú fer hon eftir nøkrum góðum úrslitum til oyggjaleikir, og síðani fer hon at satsa upp á at taka enn ein bita av maratonmetinum.


Soleiðis vilja vit gjarna síggja Valborg aftur á næstu oyggjaleikum

Uttan tann stuðul, sum nú verður veittur, høvdu ætlanirnar fyri komandi árið hjá hesum úrmælingunum verið heilt øðrvísi. Hetta er sera kærkomin stuðul, og fer uttan nakran sum helst iva at kunna avlesast á úrslitunum. Stuðulin frá Úrval skal nýtast til onnur tiltøk enn tað sum FÍF vanliga stuðlar og rindar fyri. Her eru tað serliga venjingarlegur, sum kunnu væntast at gera tann heilt stóra munin. Valborg fær nú møguleika at fara á hæddarvenjingarlegu í tríggjar vikur. Og vit hava fyrr sæð, at tey, ið respondera væl uppá hæddarvenjing, kunnu gera ótrúlig framstig. Hanus og Tórur fara til Svøríkis, har teir fara at venja saman við heimsins bestu servenjarum.

FÍF ynskir tykkum trimum og tykkara venjarum tillukku við stuðlinum og góða eydnu við komandi kappingarári!

Eisini tillukku til ÍSF, sum nú hevur fingið elituarbeiðið sett á skinnarar. Hetta er veruliga spennandi fyri føroyskan ítrótt!

0 comment
0

Related Articles