Home FÍF Heilsurenning í Vági á Jóansøku

Heilsurenning í Vági á Jóansøku

by Guttorm Sørensen
Rørslufelagið Hvistan, ið veruliga er komið fyri seg á renniøkinum, skipar í ár fyri heilsurenning á Jóansøku. Jóansøkan er í Vági í ár, og verður renningin leygardagin 23. juni. Hetta er eitt rennitiltak, ið øll, í øllum aldri, kunna luttaka í. Er man áhugaður í at renna kapp, er hetta eitt givið høvi – og er man bara áhugaður í at renna ein longri tein saman við øðrum – ja – so er hetta eisini eitt givið høvi.
Renningin byrjar klokkan 11.00. Byrjað verður við børnum í hesum bólkum:
– Gentur og dreingir -7 ár (f. 2005-) renna 400 m
– Gentur og dreingir -10 ár (f. 2002-2004) renna 800 m
– Gentur og dreingir -13 ár (f. 1999-2001) renna 800 m
– Gentur og dreingir -17 ár (f. 1995-1998) renna 1,2 km (1 ferð rundan um Vatnið).

Tey vaksnu renna 7,4 km. (frá Vágs Høll inn á Núpan og aftur). Tey vaksnu eru býtt upp í:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. – 1996)
– Menn veteranar (f. 1957 – 1966)
– Kvinnur veteranar (f. – 1966)
– Menn superveteranar (f. – 1956)

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki. Aftaná renningina bjóðar Rørslufelagið Hvistan frukt og vatn. Man kann melda til her á renn.fo inntil fríggjakvøldið kl. 21.00 ella á staðnum í góðari tíð áðrenn start. Kostnaður fyri børn er kr. 20,- og fyri vaksin 50,-

 

 

0 comment
0

Related Articles