Í gjár fór heimasíðan um eitt magiskt tal. 1.000.000 – skrivar eina millión – hits hevur hon havt síðani hon sá dagsins ljós. Sjálvandi eru vit nógv tey somu, sum hava klikkað okkum inn á síðuna fleiri ferðir øll hesi árini. Men kortini eru tað úti við 45.000 ymiskir brúkarar, sum hava kagað inn. Hetta duga hagtøl djúpt, djúpt inni í administratorinum at greina.
Men onkrir brúkarar hava nokk eisini varnast, at heimasíðan ikki bara er blivin klikkað uppá tann góða mátan. Seinastu dagarnar hava nøkur havt trupulleikar við at sleppa inn á síðuna at lesa. Boðini um vanda fyri telduna eru eisini komin. Tað sær út til at teldusníkar hava roynt at gera ónáðir. Web-mastarin Sølvi Reinert Hansen hevur roynt at greitt hendan trupulleikan, og skuldi alt koyrt sum vanligt nú. Hava tit trupulleikar við síðuni, eru tit vælkomin at gera vart við tykkum.
Webmaster Sølvi Reinert Hansen tekur trupulleikan við størsta álvarsemi
1 comment
Tit eiga stórt rós uppiborið fyri eina áhugaverda, upplýsandi og up-to-date heimasíðu. Sum heild er støðið á teimum føroysku heimasíðunum innan frælsan ítrótt sera høgt. Eru allir rennarir teldusnillingar?
Comments are closed.