Home FÍF Heimasigrar í Hvannasundi!

Heimasigrar í Hvannasundi!

by Hallur Holm

4. árið á rað var umfar í vetrarkappingini lagt norðuri í Hvannasundi. Sum vant var talan um 10 km-kapping, har runnin verða 10 umfør suður gjøgnum fjøruna og norður eftir bygdarvegnum í Hvannasundi. Gentur og dreingir runnu 4 km. Líkindini at renna blivu nakað av teimum frægastu í hava verið í Hvannasundi. Sólskin og bert eitt lítið lot, men onkur nokkso strong hvirla hevði hug at spæla við eisini. Tað vóru einir 45 væl upplagdir og spentir rennarar, sum møttu í Gamla Skúla í Hvannasundi, har startnummar vórðu latin og málið var.


Hallur hevur júst talt niður og sent rennararnar avstað 

Sam Vang úr Bragdinum, sum hevur vunnið tey fyrstu trý umførini, var ikki við í kappingini í dag, so nýggjur vinnari skuldi finnast. Tað frættist, at menn venja dúgliga, og spennandi var tí at síggja, um hetta fór at síggjast aftur á endaligu tíðini. Nærmastu biðlar vóur Guttorm Sørensen og Jonhard Larsen úr Treysti og Henry Olsen úr Bragdinum. Frá byrjan sást, at Gutti ætlaði at vinna. Longu fyrsta kilometurin fekk hann eina frástøðu uppá einar 20-30 metrar aftur til Henry. Men Henry mutaði væl ímóti, og helt leingi Gutta í stuttum tjóðri. Ikki fyrr enn seinastu tríggjar kilometrarnar fekk Gutti lagt meira sjógv ímillum, soleiðis at hann á málinum við 36.01 min var 39 sek frammanfyri Henry við 36.40 min.


Gøtan er smøl, so feltið strekkist nokkso nógv beinanvegin

Jonhard Larsen lá allan vegin tryggur triðja plássi, og kom á mál við 37.28 min. Unglingarnir Hans Jacobsen og Danial V. Simonsen av Viðareiði, lógu leingi saman við fleiri øðrum rennarum, men móti endanum, runnu teir undan, og á seinasta umfarinum tók Danial eitt ordans rykk og fekk lagt nakrar metrar aftur til Hans. Hendan frástøðan helt sær heilt á mál. Danial vann sostatt unglingabólkin við tíðini 40.11 min. meðan Hans fekk silvur við 46.16. Samlað gjørdust teir nr. 5 og 6. Danial hevur áður víst síni góðu evni sum rennari, so vónandi fær hann blóð á tonnina nú, og fer at gera enn meira við renningina.


Rutan er sera hugnalig suður gjøgnum Hvannasundsbygd eftir gøtuni, sum liggur framvið fjøruni

Henry gjørdist tryggur vinnari hjá veteranunum, frammanfyri Heina Gregersen, sum legði varliga út, og otaði seg spakuliga fram gjøgnum feltið. Tíðin hjá Heina bleiv 40.35 min. Ultrarennarin Pól Sundskarð vann sítt fyrsta heiðursmerkið í ár, tá hann gjørdist nummar trý hjá veteranunum við tíðini 43.18 min.

Hjá superveteranunum bleiv tað ein tvídystur millum Jens R. Weihe og Heðin Johannessen, sum tykist verða á veg til áður vísta styrki, eftir at hava verið darvaður av skaða rættiliga leingi. Teir lógu mestsum javnir allan vegin, við Heðini á odda, men á seinastu metrunum, setti Jens endaspurtin inn og fór framvið Heðini. Tíðin hjá Jens bleiv 43.49 min. og hjá Heðini 43.56 min. Á triðjaplássið við tíðini 46.18 min. kom tann lokali Gunnar Simonsen, sum býr í Norðdepli og rennur við Treysti.  


Teir flestu rennararnir koma her framvið málinum fyrstu ferð

Rebekka Fuglø úr Treysti vann tann væntaða sigurin hjá kvinnunum við tíðini 44.51 min. Hon legði lítið fyri í dag, tí hon næsta vikuskiftið skal luttaka í DM innandura fyri ung, sum verður í Skive. Nummar tvey bleiv veteranurin Ella Áarstein við 47.58 min. frammanfyri Gunnhild Helmsdal við 48.39min.

Tað vóru tveir kvinnuunglingar, og her gjørdist Rebekka vinnari frammanfyri Dagmar Johannesen úr Bragdinum. Hjá veterankvinnunum var tað Ella Áarstein úr Treysti í vann frammanfyri Karin K. Petersen úr Treysti og Karin Mariu Isaksen úr Bragdinum.


Marnar legði seg beinanvegin á odda hjá dreingjunum

Hjá dreingjunum gjørdist talan um tryggan sigur til Marnar Djurhuus við 13.23 min. frammanfyri Einar Gregersen við 15.23 min. og Gunnar Sivertsen við 18.19 min. Teir renna allir fyri Treysti.

Hjá gentunum var var tað Elsa Berg úr Bragdinum í gjørdist vinnari við 18.00 min. Nummar tvey gjørdist lokala Sonja Sirdal úr Hvannasundi við 20.07 min. bert 2 sekund frammanfyri Hildur Poulsen úr Bragdinum.

Eftir renningina fór heiðursmerkjahandanin fram í Skúlanum á Fossánesi. Har var møguleiki at fáa brúsubað og har varð eisini borðreitt við kaffi/te og heimagjørdari skuffukøkum.

Øll úrslitini frá Hvannasundi eru at finna í .pdf  HER. Samlaða støðan eftir 4. umfør er at finna í .pdf HER. Myndir koma í morgin.

Seinasta og avgerandi umfar í Vetrarkappingini verður í Runavík 26. mars, tá vælumtókta Várkappingin verður avgreidd.

0 comment
0

Related Articles