Home FÍF Heri Ziska ER ársins leiðari

Heri Ziska ER ársins leiðari

by Hallur Holm

Seinast í september høvdu vit grein her á síðuni um at Heri Ziska var í uppskoti at gerast Ársins Leiðari hjá Dansk Atletikforbund.

Atkvøðugreiðsla hevur verið á netinum nakrar vikur. Hendan taldi 50 prosent, og leygarkvøldið til DAF-Awards blivu seinastu 50 prosentini avgjørd við sms-atkvøðum millum fundarfólkið.

Skoðsmálið Heri fekk, var at hann er ágrýtin, eyðmjúkur, fyrikomandi við einari góðari venjingarfilosofi um at gera tey ungu góð, men at lata tað taka ta tíð tað tekur. Harafturat fekk hann rós fyri at eggja teimum ungu, sum flyta niður at lesa, at halda fram við frælsa ítróttinum.

Heri Z award 1
Heri fekk í dag handað heiður og blómtyssi á Tórsbreyt

Tá seinna umfar av atkvøðugreiðsluni var av, hevði Heri vunnið rættiliga greiðan sigur, og varð kosin Ársins Leiðari hjá Dansk Atletikforbund. Hetta er ein risastórur heiður at fáa. Ikki bara hjá Hera, men eisini fyri felag hansara Hvirluna og fyri okkum øll í Frælsum Ítrótti Føroya. Hetta serliga tí at vit føroyingar ikki ein gang eru limir í Dansk Atletikforbund, men bert hava eina samstarvsavtalu.

Heri Z award 2
Rigmor N. Arge, Hvirlulimur og nevndarlimur í FÍF, handaði Hera blómur og heiðursmynd. Formaðurin í Hvirluni, Eyðun Jakobsen, handaði eisini gávu.

Samstundis er hetta ein stór donsk viðurkenning av øllum tí arbeiði, sum dag og dagliga verður gjørt her heima í Føroyum. Vit eiga í dag tveir danmarksmeistarar fyri vaksin, og seinastu árini hava vit havt átta ymiskar íðkarar, sum hava vunnið donsk ungdómsmeistaraskap. Tað er heilt týðuligt, at danir hava lagt merki til hesi úrslit, og Heri eigur sín stóra part av tí.

Frælsur Ítróttur Føroya ynskir Hera hjartaliga tillukku við heiðrinum og vit vóna at orkan framvegis er til at halda fram nógv ár afturat.

Heri Z award
Heri avmyndaður saman við nevndini hjá FÍF. F.v.: Rigmor, Regin, Heri, Niels Jákup og Hallur

0 comment
0

Related Articles