Home FÍF Hjálparfólk og dómarar til FM-Ung – meldið til

Hjálparfólk og dómarar til FM-Ung – meldið til

by Hallur Holm

Leygar- og sunnudagin verðu FM-Ung á Tórsbreyt. Hetta er ársins størsta kapping, sum seinastu árini hevur havt yvir 100 luttakarar í umleið 500 startum. Einar 80 ymiskar kappingar skulu avgreiðast, og tað kemur sjálvsagt at krevja nógv hjálparfólk og dómarar. Einir 200 tímar av hjálpar- og dómaraarbeiði skulu finnast.

Vit hava tí lagt eina tilmelding út her á heimasíðuni. Her ber til at melda seg til tveir tímar antin leygardagin ella sunnudagin. Sjálvandi ber eisini til at melda seg til fýra tímar, um onkur hevur hug til tað.

Tað er tí okkara vón, at flestu foreldur taka eitt tørn. Og sjálvandi eru eisini systkin og vinfólk vælkomin. Øll duga at bera kastireiðskap aftur, raka í sandinum ella passa ein vindmátara.  So tað er ikki at halda seg aftur! Vit koma at býta uppgávurnar út eftir kvalifikatiónum.

Farið undir “tilmelding” á forsíðuni og meldið til. Takk fyri!


Hvør kann siga nei til ein appelsinlittan dómarajakka? Her eru tað norðingarnir, sum hava fingið sandkassakjansin. Heidi, Heini, Andreas og Pól hava aldrin verið bangin fyri at taka ein hond í. 

 

 

0 comment
0

Related Articles