Home FÍF Hugnaligt í Haraldssundi og í kavanum í Klaksvík

Hugnaligt í Haraldssundi og í kavanum í Klaksvík

by Hallur Holm


Góð uppmøting á fyrstu venjingarleguni: A.f.v.: Rúni, Trygvi, Regin, Rebekka, Marita, Sára, Fríði og Elsa. 
F.f.v.: Hanus, Hans, Dánjal Jákup, Steingrímur, Hallur (venjari), Hallur, Marnar og Helgi.

So er fyrsta venjingarlegan 2010/11 farin aftur um bak. Skotbráið til leguna var ikki langt, og tí var tað sera gleðiligt at heili 15 ungdómar vóru við til leguna. Trý andlit vóru fyri fyrstu ferð at síggja á venjingarlegu. Tað vóru Hvirlu-dreingirnir Hanus Bergsson, spjót og Hallur Simonsen, diskos umframt Steingrím Hallsson, Bragdið, sum hevur klárað krøv í miðteinum og kúlu.


Hanus Bergsson er nýggjur í talentbólkinum og hann spardi seg ikki.


Hallur Simonsen er nýggjur í talentbólkinum, og hann spardi seg ikki!


Steingrímur Hallsson er nýggjur í talentbólkinum, og hann spardi seg ikki!

Vit komu uppá pláss í bygdarhúsinum í Haraldssundi um átta-tíðina fríggjakvøldið. Eingin venjing var á skránni hetta kvøldið, so farið var beinleiðis til suppuna. Marita kom eitt sindur seinni hetta kvøldið. Tí samstundis sum hon var á okkara venjingarlegu, var hon eisini á venjingarlegu við Havnar Fimleikafelag, har hon er á úrvælsliði innan estetiskan fimleik. So mamma hennara koyrdi hana norður og kom aftur eftir henni eftir venjing leygarmorgunin. Leygarkvøldið bleiv hon so í øllum kavanum aftur koyrd úr Havn norður til Haraldssunds! Ja, tað er ikki bara at siga tað, tá man brennur fyri tveimum ítróttargreinum. Ein ómøgulig uppgáva, um ikki foreldur bakka 100% upp í slíkum støðum!!


Hóast Marita hevði trupulleikar við fótliðinum, megnaði hon at vera á venjingarlegu í Haraldssundi OG í Havn! Her er góðstokið á veg úr Haraldssundi til Klaksvíkar. F.v. Fríði, Rúni, Marita og Elsa.

Hetta kvøldið kom eisini Hanna Magnusson, sum plagdi at vera barnagenta hjá Gutta fyri nakað nógvum árum síðani, at siga okkum søgur frá gamlari tíð har um leiðir. Hon segði okkum frá fleiri søgum um Rasmus í Haraldssundi. Um Guttorm í Múla og um huldufólk. Um bygdina á Skarði, sum doyði út, tá Skarðsbáturin gekk burtur við øllum bygdarmonnunum.  Stak hugnaligt var hjá okkum at liggja á bygdarhúsloftinum og lýða á.

 
Hanna segði frá søgum, meðan vit onnur lógu og sløddust runt á loftinum og lurtaðu. Hugnaløta!

Venjing var leygarmorgunin kl. 9.30. Vit koyrdu øll til Klaksvíkar, har kastararnir og sprintararnir vandu styrkivenjing í Yndi Fitness, meðan rennararnir høvdu intervalvenjing úti á fótbóltsvøllinum. Vit koyrdu beina leið aftur til Haraldssund, har vit fingu okkum ein góðan breyðbita. Venjing var aftur kl. 18.00, so fleiri brúktu seinnapartin at hvíla í, meðan onkur fór út í vakra kavaveðrið at spáka og byggja ein kavamann.


F.v. Marita, Sára, Elsa, Rebekka, Steingrímur, Marnar, Hans, Regin og Fríði runnu intervallir á vøllinum


F.v. Hanus, Hallur, Dánjal Jákup, Rúni og Helgi hita upp til styrkivenjing. Trygvi er farin at drekka vatn.

Gutti skuldi standa fyri venjingini leygarkvøldið. Lagt varð upp til, at øll skuldu gera sítt ítarsta at fáa eina góða og harða venjing. Venjingin var sirkul-venjing í badmintonhøllini, har 20 venjingar skuldu koyrast ígjøgnum tvær ferðir.


Gutti sveiggjaði koyrilin leygarkvøldið – har var NO MERCY!

Og ver ikki fyri! Tað bleiv arbeitt hart. Har bleiv hoppað og har bleiv steppað. Har bleiv spurtað og kempað. Og eingin spardi seg. Øll fingu tey víst, hví júst tey eru komin á eitt úrvælslið.  


Tað var ein frægd fyri eygað, at síggja nógva aktivitetin á gólvinum!!


Kom so Trygvi…… 5 sekund afturat!

Afturkomin til Haraldssunds fór svongdin at gera um seg. Og hóast ovnarnir stóðu á storm, gekk alt ov spakuliga at hita frikadellurnar og eplabátarnar, men endiliga bleiv so serverað. Og eg skal lova fyri, at tær 75 kjøtfrikadellurnar og 6-7 kilo’ini av eplabátum fingu bein at ganga á. Eftir lítlari løtu var alt horvið sum døgg fyri sól. Seinni fóru vit at hyggja eftir videomyndum frá VU-spelen í Gøteborg síðsta summar. Genturnar høvdu spurt, um tær kundu baka eina køku, sum vit kundu eta meðan vit hugdu, og av tí at øll høvdu verið so røsk at venja, varð skuffukøkað at fáa eitt sindur seinni.  Eisini hendan hvarv sum døgg fyri sól, áðrenn nakar hevði vent sær. Tað var eisini lættari at fáa allar hesar ribbaldarnar til songar hetta kvøldið, enn kvøldið fyri.

Sunnumorgunin fóru vit upp klokkan 7.00. Vit skuldu eta, pakka og gera okkum klár at taka tokið til Klaksvíkar kl. 8.55. Tvey tok koyrdu. Eitt góðstok við fýra vognum og eitt snartok við 12 vognum, og endastøðin var svimjihøllin í Klaksvík.


Her koyrir snartokið. Runnið var í formatión inn móti býnum.

Í svimjihøllini var eingin venjing. Men tað gekk hart fyri seg. Fyrst í økuni, har tað bleiv villari og villari. Síðani út í kavan at rulla í berum svimjibuksum. Og so aftur loypa í heita hylin. “Eitt umfar runt um fótbóltsvøllin”, rópti onkur. Og so koyrdi tokið aftur. 10 dreingir og tveir stórir dreingir bara í svimjibuksum og jarðroki kring vøllin. Ja tað kann vera ringt at blíva vaksin, tá man er saman við kátum ungdómi. Óndar tungur vildu vera við, at tað neyvan verður nakrantíð.

Og nú var svongdin aftur farin at gera um seg. Men klokkan var bert 11 og døgverðin hjá Jórun bleiv ikki serveraður fyrr enn kl. 12.  “Nær fara vit at eta? Hvar fara vit at eta? Hvat fáa vit at eta”? vóru ofta endurtiknu spurningarnir. Dagsins rættur hjá Jórun var oksakulotta. Men heldur ikki oksakulottan fekk nakra heiðurliga tilveru á hvítu borðiskunum. Tað var løtuverk hjá okkara ungdómum at ganda matin burtur.  Og enn var ein løta at bíða eftir bussinum, og fyri fyrstu ferð var møguligt hjá teimum at keypa sær okkurt. So tað gjørdu tey. Men synd er at siga, at tað var kvalitetsmatur til hartarbeiðandi ítróttarfólk, sum bleiv handað tvørtur um diskin. Stórar smørkøkur, múrsteinar fullir av smørkremi og wienarbreyð var tað mest populera.

Klokkan 13.30 kom bussurin, og vit veittraðu farvæl. Alvápnað við blandaðum bommum gekk leiðin til Havnar. Leiðararnir vóru eftir. Skuldu hyggja eftir fótbólti saman. Men fyrst ótu teir seg um rygg av stoktum skrædlaðum náta.

Neyvan verður náti á matarlepanum til næstu venjingarlegu, sum verður í viku 2. Men vit fáa kanska brúk fyri einum ella tveimum góðum kokkum, sum samstundis kunnu greiða frá, hvat er góður og rættur  matur hjá  hartarbeiðandi ítróttarungdómi.

Næsta venjingarlega verður um vikuskiftið í viku 2.


Hallur Stevens: “You drive me crazy”


Tað er sera stuttligt at vera á venjingarlegu. Elsa flenti allatíðina.


Sanniliga er Haraldssund vakurt!


Jú Helgi… hatta er ein húkur. Ongantíð hoyrt um hann? Dánjal Jákup rennur skríggjandi burtur, men Hallur er knapt so imponeraður.

0 comment
0

Related Articles