Home BETRI Vetrarkappingin Hvirlukvinnur varðveita oddasessin

Hvirlukvinnur varðveita oddasessin

by Hallur Holm

Tað er framvegis stórur spenningur í liðkappingunum. Í øðrum umfari gjørdu Hvirlukvinnur eitt megnar hál, og lupu undan Bragdakvinnunum. Uppgávan hjá Bragdarkvinnum er nú at eta seg inn aftur á Hvirlukvinnurnar, og hetta hava tær fýra umfør eftir til. Tungt er tá at taka tey stóru tøkini, tí við Rigmor N. Arge fær Hvirlan toppkarakter, 50 stig, og í Sørvági eydnaðist tí Bragdinum bert at hála seg eitt stig fram á Hvirluna.

Eftir eitt ella tvey umfør afturat, kann Bragdið tó vinna seg longur fram, tí tá kemur Ann Thomsen inn aftur á liðið. Hinvegin kemur næststerkasta kortið hjá Hvirluni, Birna Mohr Joensen, eisini á liðið hjá Hvirluni 1 seinni, so spenningurin fer at halda sær til tað síðsta. Eitt er í øllum førum vist. Tað verður dýrt fyri liðini, um tær fremstu missa eitt umfar.

Bragdarkvinnur hava verið sera stinnar at møta upp í Vetrarkappingini, og enn hava tær heili átta lið við í kappingini. Bragdið hevur soleiðis sett seg á bæði triðja, fjórða og fimta pláss í liðkappingini hjá kvinnum, har 13 lið framvegis eru við. Øll átta umførini telja við í samlaðu kappingini, men bert rennarar við fimm ella fleiri umførum kunnu telja við.

1506939_10152586789256603_6162209387737035476_n

 

Bragdið manglaði bæði Sam Vang og Henry Olsen í Sørvági. Men av tí at Julian Gregersen úr Treysti heldur ikki var við, gjørdist skaðin avmarkaður. Roysnið kundi gjørt eitt megnar hál her, men eisini teir høvdu dygt mannfall, tí hvørki Regin Thomsen ella Marnar Pattinson vóru við hendan dagin. Teir í Bragdinum kunnu prísa seg lukkuligar fyri at teir báðir ungu, Rúni Seloy og Teitur Bjarnastein framvegis hava fult hús, og tískil varðveita oddasessin fyri Bragdið. Við góða forminum hjá Jan Elmari Sørensen, og einari skjótari afturkomu til Julian Gregersen er kortini væl hugsandi, at Treysti kemur at nærkast Bragdinum, og kappingin kann gerast ógvuliga spennandi.

 

10923295_10152586789266603_5495785349602722031_n

 

 

 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Fríðrikur Bláhamar 22.01.15 - 21:22

Ja nú er at halda tunguni mitt í munninum, og møta til allar kappingarnar sum eftir eru 🙂

Hallur Holm 23.01.15 - 01:09

Rætt hevur tú Fríðrikur. Uppmøtingin hevur stóra ávirkan.

Comments are closed.