Home FÍF Hvistan nýggja nevnd

Hvistan nýggja nevnd

by Guttorm Sørensen
Rørslufelagið Hvistan, ið er felagið í Suðuroynni fyri frælsan ítrótt, hevur skipað seg í nýggjari 4-mannanevnd. Osla Christensen er nýggj forkvinna og næstforkvinna er Bjørg Hofgaard. Poul Midjord Dam er kassameistari og Eyðtór Jákupsonur Joensen nevndarlimur. Eyðtór er tann í nevndini, ið hevur drúgvast royndir sum íðkari, og kemur at verða hollur stuðul hjá hinum í nevndini.
Hóast Hvistan ikki er tann mest sjónligi aktørurin á ítóttarpallinum, er tað ikki heilt onki, ið felagið skipar fyri. Nevnast kunnu Flaggdagsrenningin og Jóansøku- og Heilsurenningin. Umframt tað, eru onnur tiltøk komin afturat seinastu árini, sum til dømis Suðuroy 25K og Nýggjársrenningin.Hvistan er limur í FÍF, Frælsur Ítróttur Føroya, og skipar Hvistan eisini fyri kappingum har Jóansøkurenningin er partur av Summar Grand Prix og eisini er vetrarkappingin hjá FÍF víðkað til, at umfata eitt umfar í Suðuroynni, sum Hvistan stendur fyri.

Nýskipaða nevndin ætlar at fáa onnur tiltøk á rennikalendaran – sum dømi kunnu nevnast fleiri rørsluátøk og heilsurenningar, har vitjað verður í øllum bygdum í oynni.

Í ár hevur Hvistan verið serliga virkin í Vági, har Finn Johannessen hevur lagt rennarum lag á. Hetta hevur verið sera væl dámt, og møta ofta millum 15-20 til venjingar. Ætlanin er at fáa virksemið at blóma um alla oynna, har dentur eisini verður lagdur á at fáa fólk, ið ikki vanliga íðka nakað, at koma út og røra seg.

Meira um Rørslufelagið Hvistan kann lesast á heimasíðuni. www.hvistan.webs.com ella á Facebookbólkinum: https://www.facebook.com/groups/157662707604906/.

FÍF ynskir nýggju nevndini tillukku við valinum og góðan byr framyvir.
0 comment
0

Related Articles