Hetta farna vikuskiftið hava ungir mið- og langteinarennarar verið á venjingarlegu í Klaksvík. Byrjað varð at venja longu tíðliga fríggjakvøldið, tá tey vandu sirkulvenjing saman við Treysti í Badmintonhøllini. Ein stuttan rennitúr fingu tey eisini aftaná.
Leygarmorgunin vóru rennararnir við í Silvarenningini, sum Treysti skipaði fyri, og seinnapartin vandu tey ferðspæl í køldu vátaslettingsælunum.
Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið var fyrst bingospæl og síðan soviposabiografur á skránni.
Sunnumorgunin runnu tey ein hugnatúr suður á Núp, áðrenn farið varð í svimjihøllina.
FÍF arbeiðir í løtuni við at fyrireika eina venjingarlegu fyri øll 15 ár+ vikuskiftið 21.-22. apríl.
Vátir rennarar eftir lokna venjing. F.v.: Ingi, Hans, Dánjal, Oddvør, Vibeka, Rutt, Julian, Rebekka og Hallur.
Rutt, Maria, Vibeka og Oddvør hava lagt seg klárar at hyggja eftir filmi
Úrslitini frá Silvarenningini síggjast á www.treysti.fo