Home FÍF ÍSF skipar fyri venjaraskeiðum!

ÍSF skipar fyri venjaraskeiðum!

by Hallur Holm

Í apríl skipar ÍSF fyri tveimum venjaraskeiðum í útbúgvingarskipanini hjá danska ítróttarsambandinum, DIF. Hesi bæði skeiðini eru fyrri og seinni partur av tí teir kalla Træner 1. Hesi bæði skeiðini, sum eru afturvendandi hjá ÍSF, kunnu eisini nøkta ein part av venjaraútbúgvingini hjá Svenska Friidrottsforbundet, sum FÍF samstarvar við.

Skeið fyri venjarum hjá børnum og ungum
Málbólkurin til hetta skeiðið er venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Skeiðið verður fríggjakvøldið og leygardagin 13. og 14 apríl. Fríggjakvøldið frá 18-22 og leygardagin frá 9-17. Evnini eru ítróttarnámsfrøði, ítróttarumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd og etikkur og moralur. Nógv meira er at lesa um hetta skeiðið á hesi slóðini hjá ÍSF http://www.isf.fo/?p=2259

Skeið um ítrótt, venjing og skaðar
Málbólkurin til hetta skeiðið er venjarar, hjálparar, leiðarar og ítróttarfólk. Fyri at luttaka á hesum skeiðinum, skulu luttarar fyrst hava tikið skeiðið fyri børn og ung. Hetta skeiðið snýr seg um grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Um skaðar og hvussu hesir kunnu fyribyrgjast og um hvussu venjast kann eftir skaða. Hetta skeiðið verður fríggjakvøldið 27. apríl frá 18-22 og heldur fram leygardagin frá 9-17.  Nógv meira um hetta skeiðið kann lesast her: http://www.isf.fo/?p=2246

Nakrir venjarar í feløgunum undir FÍF hava verið ígjøgnum hesi bæði skeiðini, men vónin er sjálvandi at enn fleiri taka av tilboðnum. FÍF vil tí gjalda fyri skeiðsluttøkuna hjá okkara umboðum.

0 comment
0

Related Articles