Home BETRI Vetrarkappingin Ísur tarnaði TF Vetrarkappingini undir Kerjum

Ísur tarnaði TF Vetrarkappingini undir Kerjum

by Hallur Holm

Alt var klárt. Rennarar í hópatali og stórt hjálparfólkalið. Bollarnir smurdir og kaka’ið kókað. Vindurin hevði lagt seg, og sólin skein um kapp við glaðu andlitini undir Kerjum. Ítróttarsendingin 3-2 var klár – ja, sjálvt dopingeftirlitið møtti upp, tá annað umfar av TF Vetrarrenningini skuldi rennast á og kring rossabreytina leygardagin klokkan 13.00.

Men tað var eitt stórt MEN. Náttarfrosturin hevði gjørt stórt sæð allan renniteinin til til ís. Ikki var hugsingur um at eggja fólki til kapprenning undir slíkum umstøðum, har tað sumstaðni ikki nærum ikki var standandi á beinunum. Tað bleiv hugsað um ein alternativan rennitein, men tað vísti seg eisini, at allar gongubreytir í Marknagili vóru tað bera gler.

Ikki er ofta, at Vetrarkappingin verður avlýst ella útsett. Mangan hevur verið kavarok og harðar hvirlur, meðan renningin hevur verið, so tað hevur skulað nógv til at avlýsa. Tí var tað eisini so harmiligt, at vit nú í allar fagrasta veðri ongan annan útveg høvdu enn at avlýsa kapprenningina hendan dagin, vegna hálku.

Kerjar 2016 Kerjar 2016-1
Ikki allastaðni var líka hált, og her var væl til at renna. Á myndini vinstrumegin síggja vit Inga Johannesen og Hjalta Gunnarstein fremst og Helga Johannesen aftanfyri. Høgrumegin eru tað klaksvíksgenturnar Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø

Men sjálv Kerjarenningin er annað enn kapprenning, og flestu rennararnir fóru við øllum hinum út á gøturnar í vakra dagin til ein meira róligan rennitúr, sum fyri tey flestu eisini bleiv ein góður túrur. Avgerðin at avlýsa sjálva kappingina vísti seg ikki at vera ógrundað. Tí hóast renningin nú kundi takast róliga, so hendi kortini eitt óhapp, har ein armur brotnaði.

Eftir stendur so, at sjálvur kappingarleisturin fyri TF Vetrarkappingina 2016-17 má broytast. Nú kunnu í mesta lagi sjey umfør rennast, og kappingarnevndin skal tí taka støðu til, um tað verður nóg mikið við fýra umførum fyri at gjøgnumføra samlaðu vetrarkappingina, ella um haldast skal fast við tey fimm umførini. Somuleiðis skal kappingarnevndin finna út av, hvussu bonus-skipanin nú skal síggja út.

 

 

0 comment
0

Related Articles