Home BETRI Vetrarkappingin Jan Elmar og Rigmor á odda í TF Vetrarkappingini eftir fýra umfør

Jan Elmar og Rigmor á odda í TF Vetrarkappingini eftir fýra umfør

by Guttorm Sørensen

Her eru støðurnar í TF Vetrarkappingini undan fimta umfari, sum verður hildið leygardagin í smb. við FM í Lendisrenning í Hoydølum. sum tað framgongur, so er tað ein sera spennandi TF Vetrarkapping í ár. Als onki avgjørt enn í einstaklingakappingini, og hava fleiri rennarar framvegis møguleikan at enda ovast á stigatalvuni eftir tey 8 umførini, harav fimm tey bestu telja við umframt bonusstigini. Eisini liðkappingin er framvegis spennandi.

Í opna bólkinum eru Jan Elmar Sørensen og Hallur Holm ájavnir við 183 stigum, men Jan Elmar hevur munin við tveimum umførum á øðrumplássi, Teitur Bjarnastein og Rúni Seloy koma á næstu plássunum, meðan Sam Vang, sum hevur vunnið tvey umfør og manglar eitt, so hann kann gera seg galdandi. Óansæð so verður spennandi hvussu leikur ferð næstu fýra umførini.

mennOpin4-page-001

mennOpin4-page-002

Hjá kvinnunum hevur Rigmor N. Arge lagt seg á odda, frammanfyri Beintu H. Joensen og Adelaid Kirke, men havast skal í huga, at Rebekka Fuglø bert hevur luttikið í seinasta umfari, og sær nú út til at kunna luttaka komandi umførini, og at Duruta R. á Lofti, sum í løtuni er nummar sjey, bert hevur luttikið í trimum umførum.

kvnnOpin4-page-001

Hjá superveteranunum hevur Jens R. Weihe næstan tryggjað sær sigurin, men kappingin um næstu plássini kann blíva spennandi. Hallur Holm liggur klárt á odda hjá veteranunum frammanfyri Guttorm Sørensen, men havast skal í huga at Henry Olsen manglar eitt umfar, og kemur hann helst at kappast um fyrsta ella annaðpláss við Hall.

mennVets4-page-001

Jóngerð H. Høgnesen liggur á odda eftir fýra umfør frammanfyri Sunnevu Olsen, sum bert hevur runnið trý umfør. Í veteranbólkinum hjá kvinnum hevur Rigmor N. Arge longu fýra sigrar og er øgiliga nær við endaliga sigurin. Adelaid Kirke og Eydna Weihe liggja nummar tvey og trý, men bæði Duruta R. á Lofti og Ann Thomsen mangla eitt umfar.

kvnnVets4-page-001

Í dreingjabólkinum verður sera spennandi millum Gunnar Sivertsen, Niklas Kruse og Rúna Skarðhamar. Gunnar førir í løtuni eftir fýra umfør frammanfyri Hans Erland Thomsen og Inga Johannesen. Bæði Niklas og Rúni mangla eitt umfar.

Hjá gentunum hava Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø vunnið hvør síni tvey umfør, og verður tí spennandi hvør teirra ferð at draga longra stráðið tá avtornar. Elin Kristina Ryan liggur í løtuni nummar tvey og Unna Ró Jacobsen nummar trý. Maria Biskopstø manglar eitt umfar.

Mansunglingabólkin førir Teitur Bjarnastein, frammanfyri Rúna Seloy og Julian Gregersen, og sum undanfarnu umfør hava lagað seg, so kann hetta blíva ein sera spennandi kapping teirra millum.

ung4-page-001

 

Í liðkappingini telja øll umførini, og tí merkir tað nokkso nógv um ein rennari missir eitt umfar. Bragdið 1, Bragdið 2 og Treysti kappast í løtuni um tey ovastu plássini.

manslid4-page-001

 

Liðkappingin hjá kvinnunum er vorðin ein sera spennandi tvídystur millum Hvirlan 1 og Bragdið 1, meðan Bragdið 2 og Bragdið 3 kappast um triðjapláss.

 

kvnlid4-page-001

 

 

0 comment
0

Related Articles