Home FÍF Joan Bláfoss nýtt føroyskt met á 5 km

Joan Bláfoss nýtt føroyskt met á 5 km

by Hallur Holm

Fríggjakvøldið 30. mei 2008 setti Joan Bláfoss úr Havn nýtt met á 5 km teininum. Hetta hendi tá hon í náttarrenningini á Frederiksberg rann seg til 2. plássið í kappingini hjá kvinnum. Joan kom á mál við tíðini 17.21 min – 4 sekund eftir vinnaran. Gamla metið var frá várkappingini í Runavík í fjør, tá Bjørk rann 18.35 min.

 

Fyrr í vár var Joan við í kappingini um danmarksmeistaraheitið í 10 km landavegsrenning. Her rann hon seg til eitt flott silvurmerki, við frálíku tíðini 35.33 min. Ein tíð sum hevði verið ein stór betring av føroyska metinum. Ólukkutíð vísti tað seg, at teinurin var 50 metrar ov stuttur, og tí kundi metið ikki góðkennast. Í kappingini um danmarksmeistaraheitið í cross-renning í februar vann hon bronsu!


Joan vann bronsu í DM í cross 2008 

Joan er annars mest kend sum triatletur. Á oyggjaleikunum á Rhodos í fjør, bleiv hon nummar fimm, og saman við Onnu Karinu Ottosen og Súsonnu Skylv Sørensen vann hon silvur í liðkappingini. Men síðani tá hevur hon tikið seg nógv fram. Serliga bragdaði hjá henni, tá hon vann ein ½ ironman í Portugal í vár. Hesa kapping endaði Joan við at renna ½ maraton í tíðini 1.19.23. Ein ótrúliga góð tíð, hóast teinurin bert vísti seg at vera knappar 20 km.

Fyri at røkka so stórum úrslitum, sum Joan hevur rokkið, krevst eitt stórt arbeiði. Ein vanlig venjingarvika hjá Joan er millum 15 og 25 tímar, og umfatar 12-17 km svimjing, 150-350 km súkkling og 40-70 km renning.

Sum áður nevnt er Joan lítið kend millum rennarar í Føroyum, og hon hevur bert verið við til eina rennikapping í Føroyum, so onkur spyr kanska “hvør er Joan?”

Joan er fødd 11. september 1980, og uppvaksin á Hoyvíksvegnum í Havn. Hon lesur til lækna í Keypmannahavn, og fer eftir summarfrítíðina undir sítt 5. lestrarár. Joan býr á Amager saman við Ragnari Rasmussen, sum vit eisini kenna frá badmintonlandsliðnum.

 

Á oyggjaleikunum næsta ár verður eingin triatlonkapping. Tí vónar FÍF, at Joan Bláfoss fer at umboða Føroyar í rennikappingunum á næstu oyggjaleikum. Joan má eisini metast at vera ein kærkomin kappingarneyti við tær ungu framstormandi føroysku kvinnurnar.

0 comment
0

Related Articles