Home FÍF Joan Bláfoss sett nýtt føroyskt met á 10 km!

Joan Bláfoss sett nýtt føroyskt met á 10 km!

by Hallur Holm

Sunnudagin varð kappast um danmarksmeistaraheitið í 10 km landavegsrenning. Kappingingin, sum varð í Århus, hevði umboðan av tveimum føroyingum. Tað vóru triatleturin Joan Bláfoss og Guttorm Sørensen. Seinast nevndi var við umboðandi elitubólkin hjá FÍF.

Joan gjørdist nr. tvey í hesi somu kapping seinasta ár, tá hon rann fantastisku tíðina 35.33 min. Tíðin kundi tó ikki góðkennast sum met, tí komið varð eftir, at teinurin var 50 m ov stuttur. Sera spell fyri Joan, sum sjáldan luttekur í rennikappingum, og á strekkjum sum eru góðkend til at seta met á. Men nú beiðst henni so aftur høvi, og sigast má, at hon tók av. Fyrru helvt av kappingini lá hon og togaðist um triðja plássið, men hon fekk tíverri ilt í búkin og dragnaði eitt sindur. Hon kom tó á mál á einum flottum 5. plássi, við tíðini 36.37 min. Ikki so skjótt sum í fjør, men væl og virðiliga nóg skjótt til at taka gamla metið, sum Bjørk Herup Olsen setti í Várkappingini í mars 2008.

Tað gekst ikki eftir vild hjá Guttormi. Longu undir upphitingini kendust beinini tung, og harafturat fekk hann ilt í búkin undir kappingini.  Ætlanin var at renna undir 34.00 min, men umstøðurnar henda dagin gjørdu, at  úrslitið bleiv 34.26 min. Hetta rakk til eitt samlað pláss sum nr. 80 av 281 gjøgnumførandi og í bólkinum menn 40-44 bleiv hann nr. 11.

0 comment
0

Related Articles