Home FÍF Jóan Karl og Rannvá vunnu á Norðoyastevnu

Jóan Karl og Rannvá vunnu á Norðoyastevnu

by Hallur Holm

1. umfar í Grand Prix fyri vaksin bleiv runnið í sambandi við Føroya Bjór Renningina á Norðoyastevnu í góðveðrinum í Klaksvík í gjár. Teinurin var 5 kilometrar og vinnarar hjá ávikavist monnum og kvinnum blivu Jóan Karl Joensen og Rannvá Djurholm, bæði úr Bragdinum. Vinnaratíðin hjá Jóan Karl var 17,24 min. meðan Rannvá brúkti 20,26 min. um teinin.

Tað var lagt upp til eina spennandi kapping, tí Guttorm Sørensen, sum hevur vunnið tær flestu kappingarnar seinastu tíðina, fekk ikki luttikið, og Gudmundur Joensen og Andrias Hansen, sum blivu nummar tvey og trý á flaggdegnum vóru heldur ikki við. Harafturímóti vóru Sam Vang og Regin Zachariasen, sum ikki hava kappast so nógv í seinastuni, við aftur. Og teir skuldu royna seg ímóti Jóan Karl Joensen, Djóna Højgaard, Eiriki Joensen og Jan Elmar Sørensen.

Tað vóru eisini hesir seks sum lógu javnir næstan allan vegin. Tað gekk javnt á og teir skiftust um at føra. Onkur royndi at sleppa leysur uttan at tað eydnaðist. Endin bleiv, at hesir seks mennirnir komu á mál innanfyri bert 15 sekund, við Jóan Karl Joensen á odda, meðan Djóni Højgaard bleiv nummar tvey og Regin Zachariassen nummar trý. Síðani komu Sam Vang, Jan Elmar Sørensen og Eirikur Hansen um málstrikuna.

Hjá kvinnunum var lítil ivi um hvør fór at vinna. Her var Rannvá Djurholm, í fráveruni av Bjørk H. Olsen, favorittur at vinna, og tað gjørdi hon eisini trygt frammanfyri Fríðunn Steinberg á einum tryggum øðrumplássið, meðan kappingin um bronsuna bleiv ein spurtuppgerð ímillum Karin K. Petersen og Susan Jacobsen, har Karin hevði munin.

Hjá veteranunum 45+ gjørdist Regin Zachariasen vinnari frammanfyri Absalon Hansen og Símun Joensen.

Hjá veteranunum 55+ gjørdist Krisjan Christiansen vinnari frammfyri Harry Hansen og Sámal Júst Ziska Dahl.

Næsta umfar í Grand Prix fyri vaksin verður á Sundalagssevnuni, sum verður í Hósvík vikuskiftinum. Nærri verður lýst um tað kappingina her á síðuni ein av fyrst komandi døgunum.

Úrslitini av Føroya Bjór Renningini 2008

0 comment
0

Related Articles