Kirkjurenningar í Suðuroynni

Skrivað hevur

Tíðindaskriv:

Virkni rørslufelagsskapurin í Suðuroynni Hvistan, fer komandi tíðina at skipa fyri øðrvísum túrum, fyri tey ið hava hug at ganga, renna, trilla ella súkkla.

Í nøkrum førum verður byrja við morgunkaffi, áðrenn fari verður í kirkju, fyri síðani at fara túrin millum tvær kirkjur ella bønhús.

Hugskoti hevur ligið í eina tíð, og nú í vár bleiv so endalig skrá gjørd. Byrjað verður sunnudagin, tá ið vitja verður í Sumba, og har morgunkaffi er frá kl. 11.30 í skúlanum fyri bygdafólki og tey ið koma við á túrin. So er Guðstænasta kl. 12.30 og so verður farið túrin umleið 13.30 og viðrar verður farið um Hestin til Kirkjuna í Vági.

Eitt av hugskotunum við túrunum er at koma runt í Suðuroynni, umframt at ein fær steðga á og hugsavna seg um vøkru nátturuna, áðrenn farið verður sjálvan túrin út í náttúrna, har ma. ávísir sangir eru við á skránni, soleiðis at hesir verða sungir til Guðstænastuna og kunnu soleiðis viðvirka til at gerast ein prædika undir sjálvum túrinum.

Rørslufelagið Hvistan, sum eisini er kent fyri Føroya Sunnasta 1/2marathon, kirkjurenningar og fleiri tiltøk, ynskir við hesum at fáa fólk í Suðuroynni eins og vitjandi, at koma runt í Suðuroynni og vitja Kirkjur og bønhús, áðrenn fari verður ein frálíkan túr í vøkru Suðuroynni.

hvistan

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*