Home FÍF Sera væl fyriskipað FM-kapping í Klaksvík

Sera væl fyriskipað FM-kapping í Klaksvík

by Hallur Holm

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt FM í fræsum ítrótti verið hildið í Klaksvík. Og tað bleiv eisini hildið við manér, tá Treysti skipaði fyri FM í hálvum maraton leygardagin. At tað yvirhøvur bar til at fáa 160 føroyingar at renna hálvt maraton samstundis var fyri bert fáum árum síðani fullkomiliga óhugsandi. Men til hesa FM-kapping var tað eydnast Treysti at lokka so nógvar rennarar við.

Fyri at tekkjast flest møguligum rennarum, hevði Treysti gjørt heilt nógv burturúr. Ja, hetta var sum at vera við til stóru renningarnar uttanlands. Og hóast vetrarveðrið í mei gjørdist ein mótspælari, so vóru tað teir mongu rennararnir, sum sigraðu. Fleiri av hesum stríddu seg í gjøgnum sítt fyrsta hálva maraton nakrantíð.

Tað var borgarstjórin, Gunnvá við Keldu, sum aftaná nøkur væl vald orð skeyt renningina í gongd. Og tað var sum rakti hon Borgar Biskopstø í reyvina, tí hann sprakk avstað undan hinum út eftir Klaksvíksvegnum. Marnar fylgdi honum tó væl, og komu teir eisini at fylgjast løtu seinni. Eitt sindur aftari lógu Henry Olsen og Hallur Holm, sum spakuliga nærkaðust oddamonnunum. Eftir fyrsta av teimum trimum umførunum á 7 km, høvdu Henry og Hallur runnið seg fram til Marnar, meðan Borgar nú var farin eitt sindur afturum. Hesir tríggir fremstu fylgdust nú heilt fram til 16 km, tá Marnar setti ferð á niðan á Kelduskákið. Hallur helt aftaná, meðan Henry mátti sleppa takinum. Hallur fylgdi við Marnari til knappar 20 km, tá eisini hann mátti sleppa. Marnar Djurhuus kom á mál við tíðini 1.20.17, meðan Hallur Holm við tíðini 1.20.35 gjørdist nr. 2. Henry Olsen vann bronsu við tíðini 1.21.22.

 

Hjá kvinnunum var ein gamal kenningur við, sum næstan bara hevur runnið maraton seinnu árini. Talan var um Rigmor N. Arge úr Hvirluni, sum eisini mundi teljast millum favorittarnar. Og tað var eisini hon, sum var fremst frá byrjan til enda. Rebekka Fuglø fylgdi henni væl fyrstu løtuna, men hjá henni var krútið vátt, og hon fall spakuliga aftur gjøgnum feltið. Durita á Lofti hevði eina løtu hug at nærkast oddinum, men tá alt kom til alt, vann Rigmor ein tryggan sigur við tíðini 1.35.59   meðan Durita bleiv nr. 2 við tíðini 1.38.07 .   Ann Thomsen úr Bragdinum varð nr. 3. Hennara tíð varð 1.41.01.

 

Í veteranbólkinum hjá monnum var tað hesuferð Henry, sum vann. Borgar bleiv nummar tvey við 1.23.11. Á triðjaplássi kom ein gamal kenningur Regin Zachariassen við 1.28.17. Hjá veterankvinnunum var tað Ann Thomsen, sum vann. Henni á baki komu Morid Jacobsen við 1.51.23 og Vera Larsen við tíðini 1.53.25.

Í supervetaranbólkinum var tað Jens R. Weihe, sum varð vinnari við 1.32.07. Óli Olsen bleiv nummar tvey við tíðini 1.34.15. Nummar  trý við tíðini 1.38.32 bleiv Heðin Jóhannessen. Heðin er eisini maðurin, sum hevur uppmátað rutuna so hon er DAF-góðkend.

Aftaná renningina vóru heiðursmerki handað. Umframt FM-heiðursmerkini í vanligu aldursbólkunum, vóru eisini heiðursmerki til trý tey fremstu í aldursflokkum við 5-ára intervallum.

  

Startnummarið var eisini atgongumerki til svimjihøllina, og tað vóru eisini mong, sum nýttu høvið at vitja hyljar, hitarúm, heilsukliva, og brúsur har, eftir loknan dag.

 

Øll úrslitini eru at finna á heimasíðuni hjá Treysti á leinkjuni her, og har eru eisini leinkjur til myndir.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur Bláhamar 07.05.12 - 09:31

Sera væl fyriskipa, og væl avgreitt:) Ikki sørt at Bragdið setti sín stóra dám á kappingina, nógvir luttakarar og nógv flest heiðursmerki:) Málportal, og chiptíðtaking við bláum máttum, tóku seg bara væl út har norðuri:)

Comments are closed.