Home FÍF Klárt at melda til 2. umfar av Grand Prix fyri børn og ung

Klárt at melda til 2. umfar av Grand Prix fyri børn og ung

by Hallur Holm

Longu týsdagin 7. juni verður 2. umfar av Grand Prix fyri børn og ung. Og longu fríggjakvøldið er 3. juni er seinasta freist at melda seg til kappingina. Meldað verður til her á síðuni undir “tilmelding” á forsíðuni. Minnist til at gera eina tilmelding fyri hvørja grein tit skulu kappast í.

Tað verður Treysti, sum kemur til Havnar at skipa fyri. Hetta kvøldið verður stóra spurtikvøld, tí tað verða spurtkappingar í øllum aldursflokkum. Harafturat fara eldru bólkarnir at renna 1.000 metrar og kasta kúlu, meðan tey yngru eisini hava longdarlop. Samlað sær yvirlitið soleiðis út:

  • Gentur og Dreingir 8-9 ár: 40 metrar og longdarlop
  • Gentur og dreingir 10-11 ár: 80 metrar og longdarlop
  • Gentur og dreingir 12-13 ár: 80 metrar og longdarlop
  • Gentur og dreingir 14-15 ár: 200 metrar, 1.000 metrar og kúlustoyt
  • Gentur og dreingir 16-17 ár: 200 metrar, 1.000 metrar og kúlustoyt
  • Gentur og dreingir 18-19 ár: 200 metrar, 1.000 metrar og kúlustoyt
  • 20+ menn og kvinnur: 200 metrar, 1.000 metrar og kúlustoyt

   
Frá væleydnaðu kappingini seinast. Gentur 12-13 ár á 600 m og Hanus Bergsson í spjótkasti. Myndir: Absalon Hansen

Sum sæst, er ein bólkur komin afturat. Tey vaksnu fáa nú eisini møguleika at royna seg á breytini. Fáir møguleikar eru hjá teimum vaksnu at kappast á breyt, og bólkurin 18-19 ár er mangan tunnligur, so kappingarnevndin helt tað vera ein roynd vert, at lata tey vaksnu ver við. Tey koma so væntandi at kappast saman við teimum 18-19 ára gomlu. Tó verða eingi stig givin í nýggja bólkinum, sum verður kallaður 20+.

Sum vant verður tíðarætlan, og startlistar við riðlabýti lagt út á síðuna áðrenn kappingarnar byrja.


Man ikki hesin fýrurin fer at taka av nýggja møguleikanum? Daniel Djurhuus Rein hevur góð evni í fleiri kappingargreinum. Mynd: Hvirlan

0 comment
0

Related Articles