Leygardagin 9. mai byrjar Betri Stórkappingin. Kappingin er í trimum umførum, sum øll vera á Tórsbreyt. Kappast verður hesar dagar við vertsfelagi í klombrum:
- 09. mai – Bragdið
- 23. mai – Hvirlan
- 13. juni – Treysti/Roysnið
Roknast skal tó við, at felagið við høvuðsábyrgdini, kann hava tørv á hjálp frá hinum feløgunum.
Allar kappingardagarnar verður byrjað klokkan 12.3o.
Kappingargreinarnar verða stórt sæð tær somu í ár sum í fjør. Tilmeldingin liggur klár og allar tilmeldingar skulu vera avgreiddar mikukvøldið 6. mai.
HER ber til at hyggja eftir hvussu kappingargreinarnar og kappingarreglurnar eru.