Home FÍF KUNNGERÐ: Aðalfundurin hjá FÍF verður 19. maj 2011

KUNNGERÐ: Aðalfundurin hjá FÍF verður 19. maj 2011

by Hallur Holm

Aðalfundurin hjá FÍF verður hildin í ÍSF-húsinum hóskvøldið 19. maj 2011 kl. 19.00. Dagsskráin verður sambært lógum felagsins, og sær soleiðis út:

  1. Val av orstýrara
  2. Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
  3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
  4. Innkomin mál
  5. Val av nevndum og eykamonnum
  6. Val av skrásettum grannskoðara
  7. Ymiskt

Fyri vali standa næstformaðurin, Niels Jákup Jakobsen og Jonhard Larsen, nevndarlimur. Teir taka báðir við afturvali.

Hvørt felag kann hava upp til trý umboð á aðalfundinum. Við atkvøðugreiðslu hevur hvørt felag eina atkvøðu.

Uppskot til nýggjan varaformann ella nevndarlim skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan aðalfundinum.

0 comment
0

Related Articles