Við hesum verður lýst til aðalfund hjá FÍF. 18. apríl veður ársaðalfundurin hjá FÍF hildin í fundarhølunum hjá ÍSF. Fundurin byrjar kl. 18.00. Skráin verður sambært lógum felagsins, sum sær soleiðis út:
- Val av orðstýrara
- Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
- Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
- Innkomin mál
- Val av nevndum og eykamonnum
- Val av skrásettum grannskoðara
- Ymiskt
Fyri vali standa Niels Jákup Jakobsen, næstformaður og Jonhard Larsen, nevndarlimur
Eisini skulu veljast tveir eykalimir – fyrri og seinni.
Møguligar lógarbroytingar og mál, id ynskjast vidgjørd á adalfundinum, skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan adalfundinum ella 4. apríl 2013. Somuleidis skulu uppskot um nýggjar nevndarlimir vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar undan adalfundinum.
Hesi uppskot skulu sendast til:
Frælsur Ítróttur Føroya
Postboks 274
710 Klaksvík
Hvørt felag kann hava upp til trý umboð á aðalfundinum. Við atkvøðugreiðslu hevur hvørt felag eina atkvøðu.
FÍF bjóðar breyð og okkurt gott afturvið einum kaffimunni.