Kunning um FMu viðv. sunnudegi

Skrivað hevur

Sum áður nevnt so er skrúgonga tað fyrsta á skránni sunnudag, og fyriskiparir vilja við hesum heita á fólk at møta 15-30 min áðrenn skrúgonguna, sum byrjar stundisliga kl. 12.30. Tað tekur jú tíð at stilla upp, finna røttu jakkarnar osv.

Vit vóna at síggja nógvar ákoðarir til hesa vøkru løtuna. Forkvinnan í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen kemur at halda røðuna í ár.

Skráin finst her: PDF

Startlisti fyri sunnuadagin finst her: PDF

Fyrstu kappingarnar, og tað er bæði í spurt, longdarlop, hæddarlop og kúluvarp byrja heilt stutt eftir skrúgonguna, og tí mugu hjálparfólk, og serliga høvuðsdómarir (fyrstnevndi niðanfyri) tryggja sær at økini eru klár at kappast á áðrenn skrúgonguna.

Hjálparfólk:

Kúlustoyt 13.00 – 16.05
Annfinn S., Borgarhjørt, Haldis, Elsibeth, Ann, Guðmundur, Astrid og Agnar

Hæddarlop 13.00 – 13.45
Gunnvá, Hans Andreas og Anni

Longdarlop 13.00 – 13.25 + 14.05 – 14.45
Ingilín, Sam, Arnfinnur J., Sjøfn, Astrid og Mabritt

Renning 13.00-17.00
Niels Jákup og Einar (vindur: Hallur)

Hendan seinasta kappingardagin stendur heilt væl til við hjálparfólki, og tað fegnast vit um. Kúluvarp kappingar eru á skránni mestsum allan dagin, og tí er dupultmanning sett á tann postin, tvs. at man kann royna at loysa hvønn annan av leypandi, og bara syrgja fyri at 4-5 fólk allatíðina eru í sving. Tá lopdómarir ‘fáa frí’ kunnu teir eisini taka løtur á kúlupostinum um hugur er til tess.

Um Sjøfn bara lurtar eftir einum brøkparti av hvat hasar gubbarnir hava at siga um frælsan ítrótt, so veit hon nokk til at vera hjálparfólk í longdarlopi í morgin. Tað er frálíkt at tey ungu halda seg framat til tað, tá tey ikki sjálvi kappast. (myndir: Bjørg 8/9-18)

Í dag fingu vit nakrar spennandi boðrenningar, og boðrenningar eru aftur á skránni í morgin; Hesaferð tó í 200m mix og serligu 1000m boðrenningini (100+200+300+400) hjá teimum eldru. Vónandi síggja vit enn fleiri lið, og venjarir kunnu fyri sovítt so smátt fara at hugsa um liðsamanseting og tilmelding av teimum útfrá startlistanum til í morgin.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*