Home FÍF Kunning um talentliðið og A-landsliðið

Kunning um talentliðið og A-landsliðið

by Hallur Holm

Leygardagin klokkan 14.30 verður kunnandi fundur um landsliðs- og ungdómslandsliðið. Fundurin verður í ÍSF-húsinum, og vit vóna sjálvandi, at øll tey, sum hava klárað A-, B-, og Elitu- og Oylkrøv kunnu hittast. Vit fara at práta um uppgávurnar í summar, um nýggju krøvini og um tilrættisleggjan av venjingarlegum. Venjarar tykkara eru sjálvandi eisini vælkomnir við.

Nýggj krøv til landsliðsúttøku eru løgd út her á heimasíðuni. Krøvini eru ikki nógv broytt í mun til í fjør. Vit gera eisini vart við onnur krøv og leiðreglur viðv. ymiskum viðurskiftum.

Tað eru rættiliga nógv, sum hava klárað krøv seinasta ár. Um onkur er gloymdur á listanum niðanfyri, mugu tit endiliga gera vart við tykkum. Hetta eru tey nøvnini, vit komu fram á í fyrsta umfari:

Oyl-krøv
Rebekka Fuglø, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Bjørk Herup Olsen, Marna Egholm, Valborg Heinesen, Marita K. Petersen, Hanus Bergsson, Rúni Seloy, Tórur Mortensen, Hallur Simonsen og Rúni Jacobsen.

oyl-íðkarar jersey
Nýggjar og spennandi avbjóðingar bíða okkara allarbestu. F.v.: Marna, Hanus, Rebekka, Hallur, Bjørk, Tórur og Rúni

A-landsliðskrøv
Edna Maria Debes, Heri Ziska, Tummas Napoleon Arge og Julian Gregersen

Unglandsliðskrøv
Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, Sára Debesardóttir, Unna Ró Jacobsen, Bára Jógvansdóttir Glerfoss, Oddvør Josephsen, Hervør Niclasen, Elin Niclasen, Birita Ryan, Elisabet Holm Simonsen, Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, Óluva Allansdóttir Joensen, Andrea Kirstina Møller, Maria Biskopstø, Steingrímur Hallsson, Teitur Bjarnastein, Hans Erland Thomsen, Steintór Egholm, Niklas Kruse, Andreas Bjarnastein Antoft, Gunnar Sivertsen, Miso Buha og William Helmsdal

Talenthópur vu-spelen 2015
Hópurin til VU Spelen í 2015 var hin størsti nakrantíð, og verður enn størri í 2016, tá A-landsliðið eisini kemur við.

Sum sagt, er tað ivaleyst onkur, sum er gloymd/ur her. Gerið vart við tykkum hjá tykkara venjarum, ella tit kunnu ringja til mín. (Hallur Holm, tlf. 228 338 – ella leggja eini boð á facebook).

Nøkur hava latið klæðini inn aftur, men tit sum ikki hava: MINNIST TIL AT HAVA FÍF-KLÆÐINI VIÐ Í ÍSF-HÚSIÐ.

Um tað ikki liggur fyri at møta leygardagin, kunnu tit senda eini boð á facebook til: Hallur Holm

Vit fara annars at stovna ein nýggjan facebook-bólk eftir at vit hava tosað við tykkum.

Síggjast í ÍSF-húsinum leygardagin klokkan 14.30.

 

0 comment
0

Related Articles