Home FÍF Kvinnumet dagførd!

Kvinnumet dagførd!

by Hallur Holm

Nú medan kappingarnar á breyt eru í vetrarfrí, fara vit at dagføra allar okkara metlistar. Hetta er eitt arbeidi, sum hevur ligid á láni alt ov leingi. Regin Reinert hevur verid so beinasamur at gjøgnumganga eina ørgrynnu av úrslitarlistum, og hevur dagført metini so hvørt. Drúgvast er sjálvandi at dagføra øll bólkametini. Tad er jú hjá teimum yngru, at flestu kappingar og úrslit eru, og harafturat verdur ein listi gjørdur fyri hvønn árgang.

Eitt sindur av tíd gongur afturat, ádrenn bólkametini verda kunngjørd, men í bíditídini kunnu í fyrsta umfari dagførdu metini hjá kvinnum lesast. Og sigast má, at tad tíbetur hava verid nógvar dagføringar. Rebekka Fuglø, Bjørk Herup Olsen og Joan Bláfoss hava bøtt nærum øll metini innan spurt, mid- og langteinar. Rebekka bøtti sítt met á 200 m, tók metid hjá Bjørk á 800 m, og betradi tad tvær ferdir afturat, umframt at hon eitt Grand-Prix-kvøld í Havn setti met á 1.000 metrum.

[TABLE=3]

Summarid 2010 betradi Bjørk síni met á 1.500 og 3.000 metrum, og á oyggjaleikunum í summar betradi hon eisini sítt met á 5.000 metrum umframt at hon tók metid á 10.000 metrum frá Súsonnu S. Sørensen. Harafturat eydnadist henni eisini at klípa nøkur fá sekund av metinum hjá Rigmor N. Arge í hálvum maraton.

Joan Bláfoss hevur enn ikki verid á breytini og kappast, men hevur sett met í 10 km landavegsrenning umframt maraton. Haraftuat eigur hon eisini metid á 5 kilometrum.

Føroysku metini í longdar- og hæddarlopi hava stadid sídani 1993. Men í summar hevur spurtarin og midteinarennarin Elsa Berg sett nýggj met í bádum greinum. Harafturat setti hon eisini met í trístøkki.

Eitt tad allarelsta metid hjá kvinnunum fall eisini í summar. Tad var á teininum 4×100 metrar. 4 bladungar Hvirlugentur tóku tvey sekund av gamla metinum.

 [TABLE=7]

Í sambandi vid IR-Stórmót í Reykjavík, verdur metlistin innandura gjørdur aftaná.


Emilia Larsen og Tinna Berg Jørgensen fegnast um nýggja metid. Marita K. Petersen og Edna Maria Debes vóru eisini á lidinum.

0 comment
0

Related Articles