Home FÍF Kýttu seg sum ongantíð áður

Kýttu seg sum ongantíð áður

by Hallur Holm

Seinasta vikuskiftið vóru mið- og langteinarennararnir í talentbólkinum savnaðir til venjingarlegu í Klaksvík. Skótahúsini vóru karmur um eitt langt vikuskifti við fýra venjingum. So skjótt bussurin kom til Klaksvíkar, varð at gera skjótt av, og leypa oman í Badmintonhøllina, har fyrsta venjingin byrjaði klokkan 17.00. Hetta var sirkulvenjing í ein tíma saman við Treysti. Tað er nú næstan vorðin traditión, at talentbólkurin venur sirkulvenjing saman við Treysti ein fríggjadag í mars.

Tað er eisini blivin traditión, at Talentbólkurin er við í árligu TF-renningini í Klaksvík. Hetta er annars ein lítil kapping, mest ætlað teimum lokalu. Í ár vóru um 50 luttakarar, og sjálvssagt vóru rennararnir úr Talentbólkinum sera eyðsýndir í eldru bólkunum. Úrslitini frá kappingini, sum var leygarmorgunin, síggjast her: http://www.treysti.fo/news-tf+renningin+2014+gott+vedur+og+godar+tidir.htm
Og myndir síggjast her: ttps://picasaweb.google.com/117242881555420040312/TFRenningin15Mars2014

Fyri at fáa eitt sindur burturúr fyrrapartsvenjingini, runnu tey nakað eyka áðrenn og aftaná kappingina. Seinnapartin var aftur venjing. Byrjað varð við einum túri út í Oyrar, har dentur var lagdur á stílrenning. Síðan varð farið á vøllin, har vit vandu eitt sindur av koordinatión og at enda stafett-intervallir á vøllinum. Seinasta venjingin var sunnumorgunin. Aftur her vóru vit á fótbóltsvøllinum í Djúpumýri, har vit runnu 250 m intervallir.


Ringt veður forðar ikki góðum stíli

Til allar venjingarnar var innsatsurin heilt ótrúliga góður. Tað sæst væl, at hóast veðrið hevur verið óreint í ár, so eru tey ungu í heilt góðari venjing. Og hugburðurin er eisini heilt í topp. Av tí bert mið- og langteinarar vóru á venjingarleguni, høvdu vit eisini boðið teimum við, sum eru nær við at koma í Talentbólkin, og sum eisini hava vant nógv í vetur. Hetta hepnaðist stak væl, og gestirnir stóðu seg eisini avbera væl. Stuttligt var at síggja, at tey kundu renna saman í smærri bólkum, har sera lítil munur var á støðinum. Serliga stuttligt var at síggja teir 14-16 ára gomlu. Jákup, Gunnar, Niklas, Steintór og Rúni vóru sera knáir, og eisini javnt sterkir, og góvu hvørjum øðrum góða venjing. Sama kann sigast um yngstu genturnar, Oddvør, Mariu, Elin Kristinu, Elisabet og Rutt. Smágentur við stálsettum vilja stríðandi saman í regni og vindi. Fantastiskt! Einar, Teitur og Steingrímur lógu tætt saman undir øllum venjingunum, og soleiðis var eisini við Bragdarvinkonunum Katarinu, Karin og Sáru. Rúni og Regin vandu spurtvenjing fyri seg sjálvar og Rebekka og Marnar eru eisini nakað fyri seg sjálvan! Gutti og Hallur høvdu allar orsøkir at vera nøgdir!

Í alt vóru vit 22 á venjingarleguni. Vit arbeiða nú við at skipa fyri næstu leguni, har eisini kastararnir, spurtararnir og leypararnir fara at vera við.


 Standandi f.v.: Einar, Steintór, Jákup, Teitur, Rúni, Rúni, Elisabet, Regin, Elin Kristina, Steingrímur, Niklas, Oddvør, Rutt, Gunnar og Hallur. Húkandi f.v.: Karin, Katarina, Sára og Rebekka. Maria, Marnar og myndatakarin Guttorm eru ikki á myndini.

Fleiri myndir frá venjingarleguni eru her: https://picasaweb.google.com/117242881555420040312/TalentbolkurinIKlaksvikMars201

 

0 comment
0

Related Articles