Home FÍF Læruríkt venjaraskeið!

Læruríkt venjaraskeið!

by Hallur Holm

Farna vikuskiftið vóru undirritaði og Guttorm Sørensen á venjaraskeiði í Århus. Hesir báðir hava ábyrgdina av talentliðinum hjá FÍF, og tað var serliga við tí í huga, at farið varð á skeiðið.

Skeiðshaldari var fremsti rennivenjari í Danmark, Thomas Nolan Hansen, sum hevur vant flestu av bestu rennarum í Danmark seinnu árini. Hann hevur eisini verið landsliðsvenjari hjá lang- og miðteinarennarum.

Hetta skeiðið snúði seg m.a. um venjingarlæru og at leggja venjingarætlanir. Serliga um hvussu intervalvenjingin eigur at verða løgd til rættis, og eisini hvørji atlit eiga at verða tikin, tá um ungdóm ræður.

Sunnudagurin fór mest sum allur til at tosa um renniteknik. Víst varð á, at nógv kann vinnast við bøttum renniøkonomii. Praktiskar venjingar við renniteknikki, styrkirenning, skjótleikavenjing og koordinationsvenjing vístu okkum eisini á miklar møguleikar at bøta um rennilagið hjá hvørjum einstøkum rennara.

Lessaðir við nógvum rennibókligum viðføri, vendu vit nøsina heimaftur mánakvøldið. Klárir at taka nýggja vitan í nýtslu longu komandi vikuskifti, tá talentbólkurin aftur savnast á venjingarlegu. Hesuferð í Tórshavn.

0 comment
0

Related Articles