Home FÍF Leiðbeining tá kapping verður fráboðað

Leiðbeining tá kapping verður fráboðað

by Guttorm Sørensen

Á ársaðalfundinum hjá FÍF, sum bleiv hildin í ÍSF-húsinum í gjárkvøldið, var semja um at nýta hesar leiðbeiningarreglur tá kapping verður fráboðað:

Leiðbeining tá kapping verður fráboðað

Allar kappingar skulu fráboðast á heimasíðuni hjá FÍF

Kappingarnevndin hjá FÍF fráboðar øll meistaraskap, og tær kappingar, sum FÍF skipar fyri. Tá kapping verður fráboða, skal hetta kunngerast:

Navn á kapping, hvar og nær

Kappingarslag

Kappingarbólkar (árg.)

Kappingargreinar

Kappingarinnbjóðan (ikki kravt)

Kappingartilmeldan (hvar og nær tilmelding fer fram)

Kappingarskrá (nær tær ymsu greinarnar byrja)

Kappingarheimasíða við meiri kunning (ikki kravt)

Tað kunnu ganga upp til tríggir yrkadagar, frá fráboðan er móttikin hjá FÍF, til kappingin sást á heimasíðuni.

Fráboða kappingar so tíðliga sum møguligt og í seinasta lagi eina viku áðrenn kappingin fer fram. Tvs. er kapping mikudag, skal hon fráboðast mikudagin frammanundan.

Kappingar sum ikki lúka hesar treytir, verða ikki góðkendar í FÍF høpi.

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Heri Ziska 01.05.14 - 14:01

hvussu neyv skal skráðin verða? spyrji, tí tað er trupult at leggja neyva skrá áðren tilmelding hevur verði, og fyri opnar kappingar er tilmelding á staðnum. Fyri størri kappingar plagar deadline at verða 1-3 dagar áðren, so trupulleikin er hin sami.

Comments are closed.