Home FÍF Marnar Djurhuus eisini heiðursmerki á 10.000 metrum!

Marnar Djurhuus eisini heiðursmerki á 10.000 metrum!

by Hallur Holm

(lænt frá treysti.fo – skrivað hevur Guttorm Sørensen)

Í gjárkvøldið eydnaðist tað Marnari at renna seg til eitt flott bronsuheiðursmerkið í 10.000 metra renningini á Bermuda. Frammanundan varð tað mett trupult hjá Marnari at ogna sær nakað heiðursmerki, tí 18 aðrir rennarar stóðu á startlistanum. Men tá startskotið bleiv latið av vóru bert átta mans til start, og nú var støðan hjá Marnari brádliga ein heilt onnur. Tað er allarhelst tann nógvi hitin í hevur hildið hinum frá at renna.


Marnar situr og slappar av áðrenn 10.000m

Av hinum sjey vóru tað tríggir íð høvdu runnið undir 32 minuttir, meðan ein hevur runnið beint omanfyri 33 min, so tað sá ikki so heilt galið út hjá Marnari, tí tá tað verður runnið so langt í so nógvum hita, so kann nógv broytast ávegis – og so var.

Teir standa klárir til start

Útleggið var rímiligt og fyrsti km var runnin uppá 3.10, og longu tá vóru fimm mans leysir. Har vóru tveir frá Isle of Man, ein frá Orkney og ein frá Guernsey og so Marnar á fimta plássi. Ferðin fór so eitt vet niður og næsti km uppá 3.15, triði uppá 3.20 og Marnar var framvegis væl við. Beint áðrenn 5 km fekk guernsey rennarin trupulleikar at fylgja við og misti skjótt nógv og gavst so nakað aftaná. Marnar rundaði 5 km í 16,25 min. á fjórðaplássi.

Beint áðrenn 5.000m og Marnar hongur væl við

Kevin Loundes frá Isle of Man og Orkneyingurin øktu ferðina nakað eftir 5.000m og fingu hol aftur til Marnar og hin frá Isle of Man.

Teir hava økt og Marnar berjist um triðjapláss

Marnar royndi eina løtu at elta teir, men fekk teir ikki aftur. Men hann økti tá so mikið, at Oliver Lockley frá Isle of Man dragnaði eitt vet, sum tó skuldi vísa seg at blíva avgerðandi í stríðnum um bronsuna, hóast tað restaðu 11 umfør.

Marnar leggur seg á triðjapláss

Seinastu 11 umførini so øktu teir báðir frammanfyri munin aftur til Marnar, men Marnar økti eisini munin aftur til Oliver Lockley við eini 2 sekund fyri hvørt umfar restina av teininum, og rann seg harvið til eitt heldur óvæntað, men væl uppiborið bronsuheiðursmerki. TILLUKKU MARNAR 🙂

 


Thomas Fay, Kevin Loundes og Marnar á sigursskamlinum

Endaliga úrsliti bleiv hetta:

1st 112 Kevin Loundes Isle of Man 32:13.07 Gold Gold
2nd 51 Thomas Fay Orkney 32:43.79 Silver Silver
3rd 41 Marnar Djurhuus Faroe Islands 33:14.40 Bronze Bronze
4th 109 Oliver Lockley Isle of Man 33:42.12  
5th 74 Daniel Hejdström Gotland 34:22.49  
6th 25 Ivan Canet Menorca 34:36.25  
7th 156 Victor Sabater Menorca 35:28.79
0 comment
0

Related Articles