Home FÍF Marnar Djurhuus vann sítt fyrsta FM fyri vaksin í síni fyrstu kapping á 1/2 maraton!

Marnar Djurhuus vann sítt fyrsta FM fyri vaksin í síni fyrstu kapping á 1/2 maraton!

by Hallur Holm

Mest sum stilli og lýtt, meðan sólin uttan eydnu royndi at kroysta seg niður gjøgnum skýlagið. Hetta fullkomna renniveðrið var, saman við í rennihøpi so kenda vegnum Yviri við Strond, ramman um FM í hálvari maratonrenning, har ikki færri enn 55 rennarar høvdu sett stevnu.


Starturin

Hetta var eisini evsti møguleiki hjá okkara langteinarennarum at knógva kravtíðunum til oyggjaleikirnar, og harvið vinna sær sæti í oyl-flúgvaranum til Isle of Wight 25. juni. Marnar Djurhuus hevur longu tryggjað sær sín ferðaseðil, meðan Guttorm Sørensen og Sam Vang royndu eftir hesum seinasta møguleikanum. Tað vóru eisini hesir tríggir, sum rættiliga skjótt lógu fremstir í kappingini við veteranunum Henry Olsen og Borgari Biskopstø eitt sindur aftari.


Marnar, Gutti og Sam liggja her fremstir aðru ferð teir runda Café Natúr

Á 10 km vóru tríggir teir fremstu nakað undir 36 minuttum. Tað er góð ferð, men kortini eitt vet ov seint til at klára kravtíðina. Og nú byrjaði Guttorm eisini at dragna, so FM-spurningurin var um ungu debutantabeinini hjá Marnari mundu fara at klára longu seinnu hálvuna móti Sam, sum tyktist betur fyri enn leingi sæð.

Teir báðir fremstu hildu høgu ferðini, og vóru eisini javnir líka til teir seinastu 100-200 metrarnar. Men hóast Sam er skjótur, megnaði Marnar at renna seg leysan frá honum, og harvið renna á mál til sítt fyrsta FM-heiti fyri vaksin í síni fyrstu kapping í hálvum maraton. Tíðin hjá Marnari var 1.15.13, og má hetta sigast at vera ein stak góð tíð hjá einum debutanti! Sam, sum kom sjey sekund aftaná, rann eisini sína bestu tíð nakrantíð, men gjørdist tíverri ein lítlan minutt ov stuttur til at klára oyl-kravið.

Guttorm Sørensen hevði ein av sínum ringu døgum, og seinnu hálvuna misti hann tveir minuttir í mun til teir fremstu. Hann megnaði tó at halda fast um triðja sætið, og kom á mál við tíðini  1.17.12.


Henry rann væl og setti persónligt met á teininum

Veteranurin Henry Olsen hevur runnið væl í vetur og vár. Hann var ikki langt aftanfyri teir fremstu, og tá hann sá at Guttorm dragnaði í oddinum, hevði hann okkurt at renna eftir. Hann nærkaðist eisini nakað, men ikki nóg nógv til at gera spurningin um bronsuna spennandi. Hann fekk tó eitt flott persónligt met við tíðini 1.17.25  og vann harvið FM í veteranbólkinum. Eisini Borgar Biskpstø rann væl leygardagin. Við tíðini 1.19.57 vann hann silvur hjá veteranunum, samstundis sum hann bleiv nr. 5 samlað. Tað var ein gamal kenningur, sum fór avstað við bronsuni. Hjalti Gunnarstein var nevnliga triðji veteranurin, og hann hevði tíðina 1.27.13.

Kvinnukappingin var eitt sindur torfør at meta um frammanundan. Astrid Joensen og Gunnhild Helmsdal, sum stóðu seg væl í vetrarkappingini og Dagmar Johannesen, sum bleiv nr. 3 á flaggdegnum vóru nøkur boð um ein FM-vinnara. Hetta gjørdist ein spennandi kapping. Fyrstu løtuna var Dagmar á odda, men hon fekk tíðliga trupulleikar. Síðani tók Astrid leiðsluna eina løtu inntil Gunnhild at enda legði seg fremsta. Og gjøgnum alla kappingina rann Margreta Knudsen seg longur og longur fram, ja so langt, at hon bert manglaði smáar 100 metrar at røkka Gunnhild, sum tó helt fast um sín oddasess og harvið gjørdist føroyameistari við tíðini 1.44.50. Margreta vann silvur við 1.45.10 og Astrid Joensen vann bronsuna við 1.46.55.

Margreta gjørdist FM-vinnari hjá kvinnuligu veteranunum. Morid Jacobsen, sum eisini var við heilt frammi í opna bólkinum, bleiv nr. 2 við tíðini 1.48.59 og Karin K. Petersen bleivn nr. 3 við tíðini 1.54.01.


Óli rennur altíð væl og vann enn einaferð Superveteranbólkin

Hjá superveteranunum var sum vanligt lagt nógv fyri. Menn komu blóðsoraðir á málið, men raðfylgjan  var hin sama, sum hon hevur verið seinastu tíðina. Í løtuni er ilt at fáa eyga nakran, sum kann koppa Óla Olsen av tindinum. Hann vann FM hjá superveteranunum við tíðini 1.28.58. Jens Weihe bleiv nr. 2 við tíðini 1.40.55 og nr. 3 bleiv Gunnar Simonsen við tíðini 1.4305. Jóannes Ortind var so óheppin undir kappingini, at hann datt og meiðslaði sær andlitið. Hetta fekk hann tó ikki til at falla í fátt. Men ikki sá hann penur út, tá hann kom á málið. Á listanum kemur hann at standa nr. 4, men hann fekk víst, at hann er ein vinnari!

Eftir lokna kapping varð boðið til kaffi, køkur og heita suppu í hølunum hjá Trygd, har eisini heiðursmerki og steyp vórðu handað. Tað er altíð hugnaligt at sessast saman eftir lokna kapping til hugnaprát.

Øll úrslitini frá ½-marathon renningini finnast í .pdf her aftanfyri: FM ½-Marathon 2011


Fremstu kvinnurnar fv: Astrid Joensen (3), Gunnhild Helmsdal (1) og Margreta Knudsen (2)


Fremstu veteranar kvinnur fv: Morid Jacobsen (2), Margreta Knudsen (1) og Karin K. Petersen (3)


Fremstu superveteranar fv: Jens R. Weihe (2), Óli Olsen (1) og Gunnar Simonsen (3)


Fremstu veteranar menn fv: Borgar Biskopstø (2), Henry Olsen (1) og Hjalti Gunnarstein (3)


Fremstu menn fv: Sam Vang (2), Marnar Djurhuus (1) og Guttorm Sørensen (3)

Myndirnar frá renningini hevur Árni Jacobsen tikið og myndirnar frá heiðursmerkjahandanini hevur Guttorm Sørensen tikið.

 

 

0 comment
0

Related Articles