TF VK-3: Marnar og Bjørk í einum flokki fyri seg

Skrivað hevur

Útsetta 3.umfar í TF Vetrarkappingin, sum skuldi rennast í Havn seinasta leygardag, bleiv avgreitt í bestu líkindum í gjár. Yvir 70 rennarar vóru við. Tey vaksnu runnu umleið 10,6 km og børnini 3,5 km.

385B1519
Niðurteljingin er liðug og allir rennararnir spenna avstað  (mynd: Einar Vang)

Hjá monnunum var tað Marnar Djurhuus, sum setti alla mótstøðu langt til viks beinanvegin. Hann legði seg klárt á odda beinanvegin og økti støðugt munin aftur til nærmastu kappingarneytarnar, sum vóru Eirikur Hansen og Sam Vang á næstu plássunum. Sam mátti nokkso tíðliga sleppa Eiriki, sum kom at liggja einsamallur á øðrumplássi og so Sam á triðjaplássi, sum teir hildu á mál. Aftanfyri varð ein harður dystur millum Henry Olsen, Jan Elmar Sørensen og Einar Gregersen, sum heldur ikki kundu føla seg ov tryggar tí Hallur Holm og Teitur Bjarnastein runnu væl aftanfyri teir. Men úrslitið bleiv at Henry varð fyrstur av teimum frammanfyri Einar, Jan Elmar, Teitur og Hallur. So var eitt glopp aftur til Regin Thomsen og Jóhan M. Jacobsen. 

marnar vk3-1
Marnar rann púra einsamallur allar 10,6 kilometrarnar (mynd: Einar Vang)

Sostatt vóru tað Marnar, Eirikur og Sam í vóru fyrstir í opna bólkinum, Henry, Hallur og Jóhan M. í veteranbólkinum, Marnar, Einar og Teitur í mansunglingabólkinum. Superveteranbólkin vann Jens R. Weihe frammanfyri Jósvein H. Olsen og Gunnar Simonsen.

bjork vk3
Bjørk megnaði at fylgja hesum og enntá renna frá onkrum (mynd: Einar Vang)

Var Marnar suverenur vinnari hjá monnunum so var Bjørk H. Olsen sanniliga eisini suverenur vinnari hjá kvinnunum. Hon vann ein tryggan sigur frammanfyri Rebekku Fuglø og Rigmor N. Arge, sum hevði vunnið bæði undanfarnu umførini. Skjótastu kvinnuveteranar vóru Ann Thomsen, Astrid Joensen og Anna Maria Seloy.

Dreingjabólkin vann Gunnar Sivertsen frammanfyri Rúna Skarðhamar og Dánjal D. Ljósheim. Í gentubólkinum vóru tað tær tríggjar Treystagenturnar Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø og Elin Kristina Ryan í vóru fremstar.

Øll úrslitini eru at finna niðanfyri.

Myndir, sum Einar Vang tók, eru at finna her.

Støðurnar í teimum ymsubólkunum verða eisini lagdir út heilt skjótt. Næsta umfar í TF Vetrarkappingini verður leygardagin 11. januar næsta ár í Sørvági.

Úrslit TF VK-3 Tórshavn 14. des. 2013 kl. 11.00
Úrslit Tíð Navn Eftirnavn Árg.  
Dreingir (1998-2002)  
1 13.39 Gunnar Eihilt Sivertsen 1999 Treysti
2 14.21 Rúni Skarðhamar 1999 Roysnið
3 16.16 Dánjal Dahl Ljósheim 2000 Hvirlan
4 16.33 Ingi Johannessen 2002 Roysnið
5 17.10 Hugin Jacobsen 2002 Bragdið
6 18.38 Elias Thorsteinsson 2001 Hvirlan
dns Steintór Egholm 2000 Bragdið
dns Hans Eihilt Sivertsen 2001 Treysti
dns William Helmsdal 2002 Bragdið
Gentur (1998-2002) 
1 14.31 Oddvør Josephsen 2001 Treysti
2 14.43 Maria Biskopstø 2002 Treysti
3 16.36 Elin Kristina Ryan 2000 Treysti
dnf Unna Ró Jacobsen 2002 Bragdið
dns Rutt Gregersen 2001 Treysti
Kvinnuunglingar (1993-1997) 
45.51 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
Kvinnur opin bólkur (-1997) 
1 41.18 Bjørk Herup Olsen 1991 Bragdið
2 45.51 Rebekka Fuglø 1993 Treysti
3 46.11 Rigmor Nap.dóttir Arge 1969 Hvirlan
4 48.39 Tórvør Østerø Vang 1969 Bragdið
5 49.59 Ann Thomsen 1966 Bragdið
6 50.21 Astrid Joensen 1967 Roysnið
7 52.01 Birna Mohr Joensen 1970 Hvirlan
8 56.22 Maria Svabo Hansen 1972 Bragdið
9 57.44 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
10 58.20 Anna Herup Høgnesen 1983 Hoyvík
11 58.20 Eydna Weihe 1969 Bragdið
12 58.49 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
13 59.49 Anna Sofía Eysturoy 1963 Bragdið
14 60.23 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
15 60.27 Conny Mikkelsen 1969 Bragdið
16 60.50 Dagmar Clothier 1972 Bragdið
17 62.09 Alda í Ólavsstovu Dam 1970 Bragdið
18 62.48 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
19 63.08 Tina Kruse Dam 1977 Bragdið
20 63.48 Olga Johannessen 1967 Roysnið
21 65.59 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
22 66.55 Johanna Egholm 1975 Bragdið
dnf Eyðna Simonsen 1964 Bragdið
dns Beinta Hoydal Joensen 1971 Bragdið
dns Birna Abrahamsen 1970 Hvirlan
dns Hergerð Heldarskarð 1968 Bragdið
dns Jorie Josephsen 1971 Treysti
dns Jessie Hansen 1955 Bragdið
dns Majbritt JACOBSEN 1967 Bragdið
dns maria biskopstø 1965 Bragdið
Kvinnur veteranar (1959-1968) 
49.59 Ann Thomsen 1966 Bragdið
50.21 Astrid Joensen 1967 Roysnið
57.44 Anna Maria Seloy 1964 Bragdið
58.49 Sunneva Olsen 1959 Bragdið
59.49 Anna Sofía Eysturoy 1963 Bragdið
60.23 Elisabeth Larsen 1968 Bragdið
62.48 Laila Jacobsen 1962 Frælsi
63.48 Olga Johannessen 1967 Roysnið
65.59 Jóhanna Vang 1964 Bragdið
dnf Eyðna Simonsen 1964 Bragdið
dns Jessie Hansen 1955 Bragdið
dns Majbritt Jacobsen 1967 Bragdið
dns maria biskopstø 1965 Bragdið
Mansunglingar (1993-1997) 
1 35.55 Marnar Djurhuus 1995 Treysti
2 41.26 Einar Gregersen 1995 Treysti
3 41.50 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið
dns Nikolaj Strandmark 1994 Tórshavn
dns Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
Menn opin bólkur (-1997)
1 35.55 Marnar Djurhuus 1995 Treysti
2 39.42 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
3 40.35 Sam Vang 1970 Bragdið
4 41.12 Henry Olsen 1964 Bragdið
5 41.26 Einar Gregersen 1995 Treysti
6 41.42 Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti
7 41.50 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið
8 41.57 Hallur Holm 1967 Bragdið
9 43.19 Regin Thomsen 1976 Roysnið
10 43.36 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið
11 43.40 Jóhan M Jacobsen 1966 Roysnið
12 44.05 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
13 44.06 Petur Lamhauge 1974 Bragdið
14 44.08 Heini Gregersen 1964 Treysti
15 44.25 Albert Johansen 1966 Frælsi
16 44.37 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi
17 44.50 John Egholm 1961 Hvirlan
18 45.30 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
19 45.32 Luis Ridao Cruz 1975 Bragdið
20 45.58 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
21 46.04 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
22 46.11 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið
23 46.22 Egil Olsen 1963 Roysnið
24 46.40 Júst Túni 1986 Treysti
25 47.16 hermann mortensen 1975 Bragdið
26 47.31 Herluf Hansen 1973 Bragdið
27 48.15 Terje Hansen 1968 Roysnið
28 48.19 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
29 49.36 Christian Olsen 1962 Bragdið
30 49.57 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið
31 50.58 Rani Friang Rasmussen 1985 Roysnið
32 51.18 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
33 51.42 Rúni Simonsen 1973 Bragdið
34 52.48 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
35 54.17 Jan Egholm 1972 Bragdið
36 61.18 Jóannes Guttesen 1969 Hoyvík
37 72.03 Regin Jóanesarson 1945 Bragdið
dnf Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
dns Nikolaj Strandmark 1994 Tórshavn
dns Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið
dns Andreas Josephsen 1968 Treysti
dns Árni Jakobsen 1959 Bragdið
dns Helgi Johannessen 1967 Roysnið
dns Martin Dam Joensen 1967 Bragdið
Menn veteranar (1959-1968)  
1 41.12 Henry Olsen 1964 Bragdið
2 41.57 Hallur Holm 1967 Bragdið
3 43.40 Jóhan M Jacobsen 1966 Roysnið
4 44.05 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið
5 44.08 Heini Gregersen 1964 Treysti
6 44.25 Albert Johansen 1966 Frælsi
7 44.50 John Egholm 1961 Hvirlan
8 45.30 Guttorm Sørensen 1968 Treysti
9 45.58 Hjalmar Sjóvará 1966 Bragdið
10 46.04 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið
11 46.22 Egil Olsen 1963 Roysnið
12 48.15 Terje Hansen 1968 Roysnið
13 48.19 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
14 49.36 Christian Olsen 1962 Bragdið
dnf Eirikkur Joensen 1967 Roysnið
dns Andreas Josephsen 1968 Treysti
dns Árni Jakobsen 1959 Bragdið
dns Helgi Johannessen 1967 Roysnið
dns Martin Dam Joensen 1967 Bragdið
Menn superveteranar (-1958)  
1 44.37 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi
2 46.11 Jósvein Herup Olsen 1958 Bragdið
3 51.18 Gunnar Simonsen 1952 Treysti
4 52.48 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
5 72.03 Regin Jóanesarson 1945 Bragdið
Motiónsrenning vaksin (-1997)  
24.56 Jákup Pauli Breckmann 1998 Tórshavn
33.34 Emilia Larsen 1998 Tórshavn
34.00 Bjørg Nielsen 1974 Bragdið
40.48 Ingun Olsen 1959 Bragdið
42.14 Herbjørg Laila Eliasen 1986 Onki felag
dns Beinta Hilduberg 1966 Hoyvík
dns Mikkjal Helmsdal 1974 Tórshavn

 

 

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*