Home FÍF Marnar og Duruta føroyameistarar á 10 km

Marnar og Duruta føroyameistarar á 10 km

by Guttorm Sørensen

Í morgun bleiv siðbundna Várkappingin í Runavík runnin. Hetta var samstundis sjeynda og seinasta umfar í Vetrarakappingini og FM á 10 km teiminum. Einir 50 rennarar møttu til start. Líkindini at renna vóru góð, bert eitt lítið mótvindarlot út eftir vegnum, og so undanvindur inn eftir keiini.


Hallur hevur talt niður og sent rennararnar avstað

Byrjað bleiv uttanfyri Kiosk Vár og runnið úteftir. Málið var uttanfyri matstaðið Carthage. Rennast skuldu góð níggju umfør. Í opna bólkinum hjá monnum var Marnar Djurhuus greiður favorittur, meðan spenningur tóktist at blíva um næstu plássini. Tíverri komu avboð frá Hallur Holm og Eiriki Hansen, og tí var Sam Vang favorittur til annaðplássið, meðan spenningur var og bleiv um triðjapláss.

Sum væntað, so var tað Marnar í legði seg á odda frá byrjan. Saman við honum lógu Sam og Borgar Biskopstø eina løtu. Skjótt sleit Marnar seg leysan og økti hann alsamt meiri og meiri um leiðsluna, sum kappingin leið. Millumtíðin hjá Marnari á 5 km var beint omanfyri 17 min. Sam bleiv eisini skjótt leysur frá Borgari, sum eftir har harða útleggi mátti seta ferðina niður. Marnar og Sam vóru eftir hálva kapping rættiliga trygt á fyrsta- og øðrumplássi.

   
Marnar var skjótt einsamallur á odda. Borgar og Niels dystast. Veteranarnir lógu leingi tættir

Niels Poulsen á fjórðaplássi rann seg upp í ryggin á Borgar, sum løtu seinni mátti lata Niels fara framum. Regin Thomsen, sum legði varliga út, hevði heilt aðrar ætlanir enn hinir. Hann lá leingi á sættaplássi, og meðan teir fremru settu ferðina niður, so helt Regin sína egnu ferð og rann seg spakuliga frameftir í feltinum. So mikið væl rann Regin í dag, at hann at enda rann seg til eitt flott triðjapláss.

  
Sam vann trygt silvur. Regin hevði ein avbera góðan dag. Nakrir “grønir” vóru at síggja í dag

Tryggur vinnari bleiv Marnar við 34.22 min. frammanfyri Sam við 36.45. Regin á triðjaplássi kom á mál í tíðini 37.24 min. Niels bleiv nummar fýra við 37.47 min. Borgar, sum bleiv fyrsti veteranur á mál, fekk tíðini 38.03 min. Jonhard Larsen lá leingi á øðrumplássi í veteranbólkinum, men eftir einar 6-7 km hevði Heini Gregersen runnið seg fram til hansara. Heini førdi so eina góða løtu, men teir fylgdust út á seinasta umfar. Tá kom komu móti málinum hevði Jonhard lagt seg framum og bleiv nummar tvey við 39.16 min. bert sek sekund frammanfyri Heina við 39.22 min.

 
Jens vann enn ein tryggan sigur. Pól gjørdist aftur hesuferð nummar tvey

Í superveteranbólkinum var als ongin spenningur. Jens R. Weihe vann tryggan sigur við 39.53 min. frammanfyri Pól Sundskarð við 41.46 min. og Jóannes Ortind við 45.39 min.

Í opna kvinnubólkinum var spenningur í eina góða løtu. Rebekka Fuglø, sum hevur vunnið øll umførini, sum hon hevur luttikið í var burturstødd, og tí var spennandi millum Durutu R. á Lofti og Borgarhjørt Holm, sum er heima í Páskaferiu. Tær lógu leingi rættiliga javnar og var Borgarhjørt bert eitt vet frammanfyri, men so fór Duruta framum og helt leiðsluna á mál. Hon gjørdist vinnari við tíðini 43.13 min. meðan Borgarhjørt gjørdist nummar tvey við 43.55 min. Á triðjaplássi varð tað Tórvør Østerø Vang, sum kom á mál við 44.57 min.

 
Duruta hevur her lagt seg á odda frammanfyri Borgarhjørt í kvinnukappingini

Í veteranbólkinum var Borgarhjørt fremst allan vegin. Ella Áarstein lá eina løtu nummar tvey, men hon mátti lata Ann Thomsen fara framum. Tíðirnar hjá teimum blivu ávikavist 45.53 min. og 47.27 min.

Í mansunglingabólkinum varð tað Marnar, sum vann frammanfyri Einar Gregersen við 40.14 min. og Benjamin Sikivat við 47.03 min.

Í dreingja- og gentubólkinum, sum runnu 5 km, hendi onki óvæntað. Teitur Bjarnastein gjørdist vinnari við 19.11 min. frammanfyri Gunnar Sivertsen við 20.05 min. og Steingrím Hallsson við 20.55 min.

  
Teitur, Gunnar og Steingrímur komu á mál í hesi røð

Oddvør Josephsen vann hjá gentunum við 22.23 min. frammanfyri Rutt Gregersen við 23.34 min. og Elisabeth Egilsdóttir við 25.05 min.

  
Oddvør, Rutt og Elisabeth komu á mál í hesi raðfylgju

Eftir lokna kapping varð farið inn í kantinuna í Skúlanum við Løkin har heiðursmerkja- og steypahandanin fóru fram. Eisini var kaffi/te og køka at fáa afturvið einum góðum rennipráti.

Frá FÍF skal ljóða ein tøkk til Treysti og Roysnið fyri eina avbera væl avgreidda kapping í dag. Øll úrslitini frá í dag eru at finna niðanfyri, og myndir, sum Jóannes Poulsen tók, eru at finna í myndasavninum hjá Treysti við at trýsta HER og myndirnar hjá Einar Vang eru at finna HER.

Endaliga støðan í Vetrarkappingini 2012/13 verður viðgjørd í aðrari grein her á síðuni

Niðanfyri eru myndir av heiðursmerkjavinnarunum í FM 10 km.

 
Superveteranar: Pól, Jens og Jóannes                                  Veteranar: Jonhard, Borgar og Heini

 
Kvinnur: Borgarbjørt, Duruta og Tórvør                                  Menn: Sam, Marnar og Regin


Veterankvinnur: Ann og Borgarhjørt (Ella manglar)

 

Úrslit FM 10, VK-7 og Várkappingin í Runavík 30. mars 2013 kl. 11.00
Tíð Dreingir (1997-2001) 5 km
1 19.11 Teitur Bjarnastein 1997 Bragdið 50
2 20.05 Gunnar Sivertsen 1999 Treysti 47
3 20.55 Steingrímur Hallsson 1997 Bragdið 45
Tíð Gentur (1997-2001) 5 km
1 22.23 Oddvør Josephsen 2001 Treysti 50
2 23.34 Rutt Gregersen 2001 Treysti 47
3 25.05 Elisabeth Egilsdóttir 1999 Roysnið 45
Tíð Kvinnur opin bólkur (-1996)
1 43.13 Duruta Reginsdóttir á Lofti 1969 Bragdið 50
2 43.55 Borgarhjørt Holm 1966 Bragdið 47
3 44.57 Tórvør Østerø Vang 1969 Bragdið 45
4 45.53 Ann Thomsen 1966 Bragdið 43
5 47.27 Ella Áarstein 1964 Treysti 41
6 52.14 Karin K. Petersen 1964 Treysti 40
Tíð Kvinnur veteranar (1958-1967)
1 43.55 Borgarhjørt Holm 1966 Bragdið 50
2 45.53 Ann Thomsen 1966 Bragdið 47
3 47.27 Ella Áarstein 1964 Treysti 45
4 52.14 Karin K. Petersen 1964 Treysti 43
Tíð Mansunglingar (1992-1996)
1 34.22 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50
2 40.14 Einar Gregersen 1995 Treysti 47
3 47.03 Benjamin Sikivat 1993 Roysnið 45
Tíð Menn opin bólkur (-1996)
1 34.22 Marnar Djurhuus 1995 Treysti 50
2 36.45 Sam Vang 1970 Bragdið 47
3 37.24 Regin Thomsen 1976 Bragdið 45
4 37.47 Niels Poulsen 1972 Bragdið 43
5 38.03 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 41
6 38.52 Jacob L. Pedersen 1976 Roysnið 40
7 39.16 Jonhard Larsen 1966 Treysti 39
8 39.22 Heini Gregersen 1964 Treysti 38
9 39.53 Jens R Weihe 1947 Frælsi 37
10 39.55 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið 36
11 40.04 Jóhan M. Jacobsen 1966 Treysti 35
12 40.14 Einar Gregersen 1995 Treysti 34
13 40.21 Albert Johansen 1966 Frælsi 33
14 40.51 Jóhan E. Simonsen 1969 Bragdið 32
15 40.55 Eirkkur Joensen 1967 Treysti 31
16 41.46 Pól Sundskarð 1957 Treysti 30
17 41.50 Marnar Pattinsson 1970 Roysnið 29
18 41.59 Dan Knudsen 1962 Bragdið 28
19 42.15 Egil Olsen 1963 Roysnið 27
20 43.13 Absalon Hansen 1959 Bragdið 26
21 43.25 Jan Petersen 1972 Treysti 25
22 43.27 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 24
23 43.34 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið 23
24 43.41 Allan Dalsgarð 1972 Bragdið 22
25 45.21 Arnfinnur Helmsdal 1970 Bragdið 21
26 45.24 Martin Sivertsen 1973 Treysti 20
27 45.39 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 19
28 45.53 Jón Rasmussen 1967 Treysti 18
29 47.03 Benjamin Sikivat 1993 Roysnið 17
30 47.12 Rani F. Rasmussen 1985 Roysnið 16
31 47.48 Sofus Poulsen 1965 Frælsi 15
32 47.54 Rúni Jacobsen 1965 Treysti 14
33 50.32 Heðin í Frammistovu 1961 Treysti 13
34 52.11 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið 12
dnf Terje Hansen 1968 Roysnið
dns Jan Egholm 1972 Bragdið
dns Eirikur Hansen 1980 Bragdið
Tíð Menn veteranar (1958-1967)
1 38.03 Borgar Biskopstø 1962 Treysti 50
2 39.16 Jonhard Larsen 1966 Treysti 47
3 39.22 Heini Gregersen 1964 Treysti 45
4 39.55 Arnfinn Johannessen 1965 Roysnið 43
5 40.04 Jóhan M. Jacobsen 1966 Treysti 41
6 40.21 Albert Johansen 1966 Frælsi 40
7 40.55 Eirkkur Joensen 1967 Treysti 39
8 41.59 Dan Knudsen 1962 Bragdið 38
9 42.15 Egil Olsen 1963 Roysnið 37
10 43.13 Absalon Hansen 1959 Bragdið 36
11 43.27 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið 35
12 43.34 Herluf Jakobsen 1963 Bragdið 34
13 45.53 Jón Rasmussen 1967 Treysti 33
14 47.48 Sofus Poulsen 1965 Frælsi 32
15 47.54 Rúni Jacobsen 1965 Treysti 31
16 50.32 Heðin í Frammistovu 1961 Treysti 30
17 52.11 Fríðrikur Bláhamar 1965 Bragdið 29
Tíð Menn superveteranar (-1957)
1 39.53 Jens R Weihe 1947 Frælsi 50
2 41.46 Pól Sundskarð 1957 Treysti 47
3 45.39 Jóannes Ortind 1951 Bragdið 45
0 comment
0

Related Articles